Annað

Stóri finaludagurin hjá bogaskjúttum

Bogaskjótifelagið Ørvur heldur eisini 30 ára stovningardag í Løgshøll leygardagin.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-11 06:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinasta kappingin í hesi vetrarhálvuni verður leygardaginí Løkshøll í Runavík. Hettar er stóri finaludagurin hjá bogaskjúttum, og samstundis eisini hátíðarhald, í samband við 30 ára stovningardagin hjá Bogaskjótifelagnum Ørvi.

Bogaskjótisambandið ger so nógv burturúr, sum gjørligt, og hevur í tí sambandi fingið Løkshøll til at halda kappingina í. Byrjarð verður klokkan 9 um morgunin, har tey vaksnu skjóta, og síðani verður barna- og ungdómskappingin seinnapartin. 

Eftir hvørja kapping verða heiðursmerkir handað, umframt at steyp verða handað til Grand Prix vinnararnar hjá teimum vaksnu. 

Bogaskjótifelagið Ørvur, sum er vertur fyri stóra finaludagin, hátíðarheldur í hesum sambandi eisini 30 ára stovningardag, sum var 3. mars. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder