Átta dystir eru á skránni í Champions League í kvøld. Í Katalonia tekur Barcelona í móti italska stórfelagnum Inter. Meðan Barcelona hesa øldina hevur verið kanska besta liðið í heiminum, hevur ikki gingið eins væl hjá Inter, sum tó enn er eitt av heimsins størstu feløgum.
Dysturin er oddabrakið í bólki B, har bæði liðini hava fult stigatal eftir tveimum dystum. Í hinum dystinum í bólkinum tekur PSV ímóti Tottenham. Bæði liðini eiga enn til góðar at vinna sær stig.
Í bólki A hittast eisini tvey stór feløg, har týska Borussia Dortmund tekur ímóti spanska Atletico Madrid. Eisini her er talan um tvey stig við fullum stigatali eftir tveimum dystum, og kann hevsin dysturin vísa seg at verða sera týðandi fyri hvør endar fremst í bólkinum. Í honum dystinum hittast Club Brugge og Monaco.
Í bólki C dystast Paris Saint-Germain og Napoli. Napoli hevur fingið bestu byrjan í bólkinum við fýra stigum eftir javnleik móti Reyðu Stjørnu og sigri á Liverpool. PSG tapti fyrsta dystin móti Liverpool, men vann sannførandi á Reyðu Stjørnu. Tætt er í bólkinum, har Napoli hevur fýra stig, PSG og Liverpool trý stig, meðan Reyða Stjørna hevur eitt stig.
Dystirnir í kvøld eru hesir:
Kl. 17:55
Club Brugge – Monaco
PSV Eindhoven – Tottenham
Kl. 20:00
Borussia Dortmund – Atletico Madrid
Barcelona – Inter
Liverpool – Reyða Stjørna
Paris Saint-Germain – Napoli
Galatasaray – Schalke 04
Lokomotiv Moskva – FC Porto
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald