Útsetti dysturin millum TB og HB varð leiktur við Stórá seinnapartin. Í dag var turt, og tí var spælandi á vøllinum, sum annars var óbrúkiligur til dyst leygardagin.
Ikki óvæntað setti HB seg á dystin beinanvegin, og havnarmenn fingu tvey skjót mál í sjeynda og tíggjunda minutti. Michal Przybylski setti í báðum førum fótin á, og legði útiliðið á odda 2-0.
Tá ein góður hálvur tími var leiktur, varð royndi spælarin á TB-liðnum Ken Fagerberg feldur í brotsteiginum. Dómarin peikaði á blettin, og tann møguleikan misnýtti Ken Fagerberg, sum sjálvur valdi at taka brotsparkið, ikki.
2-1, sum eisini var støðan tá liðini fóru til hálvleiks.
Eftir ein tíma spæl fekk málrevurin Mikkel Dahl hol á, og økti til støðuna 3-1. Og var dysturin ikki frammanundan var avgjørdur, so økti HB til heili 6-1 síðstu løtuna. Tvey mál frá Mikkel Dahl og eitt frá Jákup L. Thomsen, sum skoraði sítt fyrsta mál í Betri deildini í ár.
Sum úrslitið sigur, so sat HB á tí mesta, men tvøramenn høvdu eisini onkra naska roynd.
TB er á pappírinum enn ikki flutt niður, men tað skal nógv henda, um tað ikki gerst veruleiki. HB hevur havt eitt misjavnt ár og liggur á triðja plássi við 46 stigum. Sjey stig færri enn Víkingur á øðrum plássi, men HB hevur tó leikt ein dyst færri.
TB - HB 1-6 (1-2)
7’ Michal Przybylski 0-1
10’ Michal Przybylski 0-2
32’ Ken Fagerberg 1-2 (br.)
60’ Mikkel Dahl 1-3
85’ Mikkel Dahl 1-4
90’ Jákup L. Thomsen 1-5
90’+2 Mikkel Dahl 1-6
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ 62 stig (22 dystir)
2. Víkingur 53 stig (23 dystir)
3. HB 46 stig (22 dystir)
4. B36 42 stig (23 dystir)
5. NSÍ 38 stig (24 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (23 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (22 dystir)
8. B68 19 stig (22 dystir)
9. ÍF 13 stig (22 dystir)
10. TB 3 stig (22 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald