Fótbóltur

Stórskíggjar og stórur spenningur

Føroysku áskoðararnir gera seg til at gera so nógv mun sum gjørligt her í Póllandi. Umframt á trappuni í Vágsbotni, sæst Føroyar - Slovenia millum annað í skúlanum við Streymin og á Eiði.

Føroysk áskoðararnir larmaðu serliga nógv - og væl - í dramatiska sigrinum á Fraklandi, ið tryggjaði hetta plássið

Føroysk áskoðararnir larmaðu serliga nógv - og væl - í dramatiska sigrinum á Fraklandi, ið tryggjaði hetta plássið

2025-06-26 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Her eru fleiri føroyskir fjepparar í økinum, enn tað vóru, tá kappingin bryjaði.

Ætlanin er, at allir føroyingar, ið fara til HM-fjórðingsfinaluna í kvøld, hittast tríggir tímar áðrenn. dystarbyrjan. Hetta á einari matstovu nærum beint við dystarhøllina.

Tað kann gera stóran mun fyri føroysku spælararnir í stríðnum við Slovenia, um stuðulin er eins góður og til undanfarnar dystir.

[object Object]
Tað hava í stóran mun verið familjur, sum hava verið og stuðlað seinastu stóru vikuna í Póllandi 

Fleiri stórskíggjatiltøk í Føroyum

Sum vit skrivaðu í gjár, verður HM-fjórðingsfinalan klokkan 20 at síggja á stórskíggja í Vágsbotni.

Í dag hava tvær kommunur boða frá, at tær vísa dystin: Eiðis kommuna og Sunda kommuna.

Tað merkist ein spenningur um møguliga søguliga dystin í Føroyum. Tó iðra nógv seg um, at man skal gjalda fyri stroymingina.

Sí eisini: Triðja HM-fjórðingsfinalan á rað

Føroyar og Slovenia spæla í kvøld, hósdagin 26. juni, klokkan 20. Vinnarin skal spæla hálvfinalu fríggjakvøldið - móti Portugal ella Egyptalandi.

Atgongd til dystin í dag kann keypast her - fyri umleið 60 krónur

--

Um ein ikki vil í gongd við stroyming - ella vil hava okkurt annað samstundis - ber til at fylgja við beinleiðis bloggi her á Portalinum, sum í morgin eisini fer at hava myndir meðan dysturin er í gongd. Eisini ber til at fylgja við á livescore tænastuni ovast á forsíðuni á Portalinum.

--------------------------------------------------------------

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í dag, hósdagin 26. juni

17:30: Portugal - Egyptaland (Arena Sosnowiec)

17.30: Týskland - Svøríki (Arena Katowice)

20.00: Føroyar - Slovenia (Arena Sosnowiec)

20.00: Danmark - Noreg (Arena Katowice)

Les eisini: Fýra Norðurlond í fjórðingsfinaluni - Spania er úti


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder