Fótbóltur

Størsta tapið fyri Ísrael

Tapið í gjár var tvífalt so stórt sum tað fyri sekstan árum síðani á sama leikvølli. Føroyar eru trý mál betri enn Moldova í bólki F í HM-undankappingi - mótstøðuliðið leygarkvøldið hevur fýra sigrar av fýra møguligum og málúrttøkuna 16-0.

Ísrael var greitt omaná á Tórsvølli í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ísrael var greitt omaná á Tórsvølli í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-02 08:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum móti Ísrael í 4. umfari HM-undankappingarbólki F, var úrttøkan hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum móti landinum hendan: 

Ein javnleikur, tveir ósigrar - 2-5 til Ísrael samanlagt

Hesi hagtølini versnaði við 0-4 ósigrinum á Tórsvølli í gjárkvøldið, og ágangur hevur síðani verið mótvegis føroyska liðnum á serliga Facebook fyri úrslitið og avrikið.

5. august 1992, Svangaskarður
(Venjingardystur) Føroyar - Ísrael 1-1 (1-0)
35' Kári Reynheim 1-0
52' Tal Banin 1-1

7. september 2005, Tórsvøllur
(HM-undankappingardystur) Føroyar - Ísrael 0-2 (0-0)
54' Avi Nimni 0-1
79' Yaniv Katan 0-2

8. oktober 2005, Tel Aviv
(HM-undankappingardystur) Ísrael - Føroyar 2-1 (1-0)
1' Yossi Benayoun 1-0
90' Michael Zaudberg 2-0
90 (+) Símun Samuelsen 2-1

1. september 2021, Tórsvøllu
(HM-undankappingardystur) Føroyar - Ísrael 0-4 (0-0)
12' Eran Zahavi 0-1
44 'Eran Zahavi 0-2
52' Munas Dabbur 0-3
90 (+2)' Eran Zahavi 0-4

Sí eisini: 
Føroyar fingu ikki spenning í dystin- fyri tungum tapi
Landsliðsvenjarin roynir at síggja tað jaliga
Myndir: Føroyar - Ísrael

Toppur ímóti botni leygarkvøldið 

Føroyar og Moldova eru niðast í bólkinum við einum stigi hvør. Tað varð fingið til høldar í innahýsis dysti, sum var í Moldova í fyrsta umfari.

Liðið hjá Håkan Ericson hevur betri málúrttøku. Eftir dystirnar í gjár eru trý mál á muni: 2-12 (Føroyar) og 2-15 (Moldova). Á heimavølli var Moldova fyri 0-2 ósigri fyri Eysturríki, ið skoraði eitt mál í yvirtíðini í fyrra hálvleiki og hitt í yvirtíðini í seinna hálvleiki - fyrsta bríksl varð seinkað í ein hálvan tíma, tí ein drona fleyg yvir leikvøllinum.

[object Object]
Føroyska liðið skal av álvara reisa seg - tvær áhugaverdar avbjóðingar eru fyri framman í høvuðsstaðnum næstu dagarnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í Parkini skoraði Danmark tvær ferðir innan tveir minuttir, og málini hjá bakkunum Daniel Wass og Joakin Mæhle tíðliga í dystinum móti Skotlandi syrgdu fyri, at Danmark framvegis hevur fult stigatal og nú málúrttøkuna 16-0.

Liðið, sum kom í EM-hálvfinaluna í summar, verður ein risastórur biti fyri Føroyar, ið tekur ímóti dønum leygarkvøldið.

Úrsltini í 4. umfari í HM-undankappingarbólki F (UEFA) 

Føroyar - Ísrael 0-4 (0-2)
Danmark - Skotland 2-0 (2-0)
Moldova - Eysturríki 0-2 (0-1)

Støðan í bólkinum: 
Danmark 12 stig
Ísrael 7 stig (+5)
Eysturríki 7 stig (0)
Skotland 5 stig
Føroyar 1 stig (-10)
Eysturríki (-13)

Sí eisini: 
- At lata fýra mál inn á heimavølli er ongantíð gott nokk
Meinhard: - Mugu stilla um
- Man skal vera naivur fyri at spæla á føroyska landsliðnum - Tá vit fara á vøllin leygardagin ímóti Danmark, so trúgva vit uppá tað,

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder