Tríggjar fjórðingsfinalur í steypakappingini hjá monnum verða spældar í kvøld, mikudagin 29. apríl.
Kappingin um Løgmanssteypið
| Fjórðingsfinalur | ||
| 29. apríl (18:30) | HB – B36 FM1 | – |
| 29. apríl (18:30) | Víkingur – FC Hoyvík | – |
| 29. apríl (18:30) | B68 – KÍ FM1 | – |
Í morgin klokkan 18.30 spæla 07 Vestur og NSÍ í Sørvági
Sí eisini: Frá spenanndi landskappingin til steypafótbólt
Víkingur hevur, aftur í ár, havt torført við at skora nóg nógv. Men liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skal vinna á FC Hoyvík á heimavølli í dag.
Hóast góðu gongdina hjá B68 í seinastuni og skinklandi gongdina hjá greipuvinnarunum í ár, so stendur KÍ sum stórur favorittur á Svangaskarði - serliga eftir avrikið móti HB í Gundadali sunnudagin.
Tá hevði HB stórar trupulleikar við at skapa málmøguleikar, og liðið hjá André Olsen hevur bert vunnið ein av sínum seinastu fimm dystum - í Streymnesi við tveimum málum seint í dystinum.
Trýstið er stórt á stórfelagið, sum í løtuni ikki er í FM-stríðnum, og hevur tørv á at halda seg í steypakappingini - og at vísa eitt veruligt stórt avrik móti grannunum.
Ofta endar tað við javnleiki, tá HB og B36 bresta saman, og ofta 2-2. Spurningurin er, um tað verður eitt langt kvøld í Gundadali. Og um HB stendur í uppaftur veikari støðu eftir dystin.
![]()
Ein tøtt grannauppgerð í væntu. Men B36 hevur verið betri higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)
FM1 sigur frá HB - B36 og B68 - KÍ í kvøld og 07 Vestur - NSÍ í morgin, hósdagin.
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald