2019-03-03 13:33
Aftur í ár skipa Lions Club og Fótbóltssamband Føroya fyri Stórsteypadysti, har meistararnir og steypavinnararnir frá árinum fyri hittast. Mennirnir hava spælt 12 slíkar, og í ár er fyrstu ferð, at kvinnurnar eisini leika stórsteypadyst.
Sum vanligt fer peningurin sum kemur inn fyri dystin til vælgerandi endamál. Í ár hevur Lions Club í Føroyum tikið avgerð um, at ágóðin frá stórsteypadystunum skal fara til føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn, Hotel Tórshavn.
14.00: EBS/Skála - HB
17.00: HB - B36
Les eisini:
Fyrsta stórsteypið til kvinnurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald