Fótbóltur

Stórsteypadystirnir fluttir til sunnudagin

Veðrið er orsøkin til, at KÍ og HB ikki kunnu spæla á Tórsvølli í morgin.

Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen og hinir sleppa ikki á vøllin fyri sunnudagin klokkan 15.30 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen og hinir sleppa ikki á vøllin fyri sunnudagin klokkan 15.30 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-28 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað av óvissu hevur verið um stórsteypadystirnar hjá kvinnum og monnum, sum eftir ætlan skuldu spælast í morgin, 29. februar, klokkan 16 og 19.

Orsøkin er ringa veðurforsøgnin, og FSF hevur nú váttað, at dystirnir eru fluttir til sunnudagin.

Kvinnurnar spæla klokkan 12:30 og menninir 15:30. Um tað heldur ikki viðrar sunnudagin, spæla menninir týsdagin

Í báðum førum eru tað KÍ (føroyameistarar) og HB (steypavinnarar), ið hittast á Tórsvølli.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder