Fótbóltur

Stórsteypadystirnir verða leiktir 3. mars

HB og B36 hittast hjá monnum, og hjá kvinnum spæla HB og EBS/Skála. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnurnar spæla stórsteypadyst.

HB og EBS/Skála skulu spæla stórsteypadyst 3. mars
(Mynd: Sverri Egholm)

HB og EBS/Skála skulu spæla stórsteypadyst 3. mars (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-20 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2007 fóru Fótbóltssamband Føroya og Lions Club undir samstarv um stórsteypadystir í fótbólti. Síðani tá hava føroyameistararnar og steypavinnararnar hjá monnum spælt um stórsteypið, beint áðrenn landskappingin er byrjað.

Í ár verða tveir dystir ístaðin fyri ein, tí kvinnunar leika eisini stórsteypadyst í ár. Hetta boðar Lions Club frá. Í fjør vann EBS/Skála greipuna, hetta var annað árið á rað, meðan HB fekk silvur í báðum kappingum, so tí verður hesin fyrsti stórsteypadysturin hjá kvinnum millum EBS/Skála og HB.

Hjá monnum er tað ein endurtøka av steypafinaluni, sum varð leikt á Tórsvølli í august í fjør. B36 vann kappingina um Løgmanssteypið eftir dramatiska finalu móti grannunum, men HB vann føroyameistaraheitið suverent í fjør 

Eins og í øðrum londum, har tey slíkar “Charity Shield”-dystir verða leiktir, hava stórsteypadystirnir tvinnanda endamál. Annað er at síggja tey bæði liðini, ið vunnu meistaraheitið og steypakappingina undanfarna kappingarár, og hitt er at útvega pengar til vælgerðarendamál.

Fótbóltssambandið og Lions Club býta í hesum sambandi uppgávurnar ímillum sín, og allur ágóðin frá dystinum fer til eitt gott endamál. Tað er Lions Club, ið velur hetta endamál; felagið boðar frá, at tað ikki er greitt enn, hvør fær ágóðan í ár, men tað verður kunngjørt í næstum.

Stórsteypadystirnir verða á Tórsvølli sunnudagin 3. mars. EBS/Skála og HB spæla klokkan 14.00, og HB og B36 bresta saman klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder