Fótbóltur

Stórsteypadystirnir verða spældir leygardagin

KÍ og HB møtast hjá bæði kvinnunum og monnunum á Tórsvølli til frama fyri Felagið fyri lesi- og skriviveik.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-26 08:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árligu Stórsteypadystirnir, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við Lions Club í Føroyum, verða spældir á Tórsvølli leygardagin, tá ið kvinnurnar hjá KÍ og HB spæla klokkan 16 og menninir hjá somu feløgum spæla klokkan 19.

Hetta er bert annað árið, at stórsteypadystur er hjá kvinnum, og annað liðið eru føroyameistararnir í KÍ, sum í fjør vunnu sítt 19. meistaraheiti - eftir ein steðg í tvey ár.

Mótstøðuliðið er HB, sum í fjør vann steypakappingina fyri sættu ferð og annars vann heili 7-1 í stórsteypadystinum í fjør.

Hjá monnum er talan um ein veruligan klassikara í føroyskum fótbólti, tí menninir hjá KÍ vunnu í fjør sítt 18. føroyameistaraheiti, sum eisini var tað fyrsta í 20 ár. Teir skulu spæla ímóti HB, sum í fjør vann steypakappingina fyri 27. ferð, men sum ikki hevði vunnið hana í 15 ár.

Stuðla lesi- og skriviveik
Hesin stóri fótbóltsdagurin á Tórsvølli leygardagin snýr seg ikki bara um dystirnar millum bestu kvinnu- og mansliðini hjá KÍ og HB, men eisini um at stuðla einum góðum endamáli.

Hesaferð hevur Lions Club gjørt av, at allur ágóðin skal fara til Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, og tað ger hann saman við ágóðanum frá tilsvarandi dystum hjá hondbóltinum um Lionsbikarið, sum vóru spældir í september mánaði.

Sostatt verður tað samlaði ágóðin frá øllum fýra stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, ið skal handast felagnum, sum í ár hevur 19 ár á baki, og hesi árini hevur felagið roynt at hjálpt og lætt um hjá serliga børnum, ið hava ilt við at lesa og skriva.

Foreldur og einamest mammur tóku í 2001 stig til at seta felagið á stovn, so nakað munagott kundi gerast fyri tey børn, ið høvdu trupulleikar. Foreldrini, ið sjálv høvdu gjørt sær sínar dýrtkeyptu royndir, funnu saman um felagið, so teirra royndir kundu koma øðrum til gleði og gagns.

 

Stórsteypadystir, kvinnur:
2019: EB/Streymur/Skála-HB 1-7

Stórsteypadystir, menn
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB-B36 1-0 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder