Fótbóltur

Stórt botnbrak á skránni á Svangaskarði

Uppgerðin millum B68 og Skála í kvøld kann vísa seg at verða púra avgerandi fyri, hvat lið endar nummar níggju. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.30 - tað er enn óvist, júst hvat 9. plássið merkir í ár.

Jákup á Borg hevur tríggjar dystir eftir sum B68-venjari, og roynir havnarmaðurin til tað síðsta at peika B68 rætta vegin - fram ímóti málinum og ikki niðureftir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg hevur tríggjar dystir eftir sum B68-venjari, og roynir havnarmaðurin til tað síðsta at peika B68 rætta vegin - fram ímóti málinum og ikki niðureftir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-04 09:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er framvegis ógvuliga óvist, um eitt ella tvey lið flyta beinleiðis niður úr Betrideildini.

Eftir sigurin hjá B68 á ÍF leygardagin/týsdagin er endaliga greitt, at ÍF endar aftast og flytir niður. So er spurningurin um B68, Skála ella - minst sannlíkt - EB/Streymur enda á níggjunda plássi í Betrideildini.

Sí eisini: 
Til stuttan dyst í Fløtugerði (Myndafrásøgn)
1-3 staðfest eftir seks margháttiligar minuttir
Tí varð dysturin í Fuglafirði tikin uppaftur

Hetta plássið gevur beinleiðis niðurflyting, um so er at tvey feløg, sum hava sítt besta lið í 1. deild, enda í topp-trý í næstbestu deildini. Í løtuni er FC Suðuroy har saman við næstbestu liðunum hjá Víkingi og B36. Við úrslitunum síðsta vikuskfti og tapinum hjá AB í Sarpugerði í gjárkvøldið, sær tað minni sannlíkt út.

Um støðan heldur sær, skal nummar níggju í Betrideildini spæla um upp-og niðurflyting móti nummar fýra í 1. deild í november,

Kann næstan bara verða javnt
B68 og Skála kunnu ikki dúva uppá, at ein eyka møguleiki verður. Tey skulu royna at bjarga sær nú.

Teir á vestara armi vita, at um tað eydnast ä Svangaskarði í kvøld, so er nær við at verða sloppið hjá Skála. Liðið hjá Paula Poulsen hevur sum heild ikki staðið seg væl síðani síðst í mai/fyrst í juni. Sigurin á 07 Vestur mitt í september ger, at Skalá heldur fyrimuninum enn. Tvífaldi málksjúttin tá, Maxwell Effiom, kann verða ein lykil í kvøld. Danin Nicolai Dohn er aftur eftir leikbann.

[object Object]
Pauli Poulsen hevur havt nógv at hugsa um seinastu mánaðirnar. Uppflytararnir hava ikki ráð at tapa á Toftum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Skála og B68 spældu 1-1 javleik beint fyri summarsteðgin. Í apríl vann Skála sannførandi 3-1 móti liðnum hjá Jákupi á Borg. Hesir báðir dystirnir vóru á Skála - nú bjóðar B68 til botnbrak.

Toftamenn fingu gongd á málskjótingina aftur í Fuglafirði. Liðið er tó framvegis tað við lægsta talinum av málinum í Betrideildini (17) og samanlagt ikki meira enn átta sigrum seinastu 51 landskappingardystirnar. Eitt trýst er á at fáa vent hesum.

Fyrsta bríksl á Svangaskarði í kvøld verður klokkan 18.30. Portalurin verður á staðnum. Til ber at fylgja gongdininá forsíðu okkara. Botnbrakið sæst í Televarpinum.

25. umfar í Betrideildini 
Í dag, fríggjadagin 03.10

17.00: Víkingur - ÍF

18.30: KÍ - NSÍ
18.30: B68 - Skála

Í morgin, leygardagin 04.10, spæla HB-07 Vestur (16.00) og EB/Streymur (17.00)

Støðan undan triðseinasta umfari:
1. Víkingur 66 stig (+57)
2. KÍ 60 stig (+29)
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig 
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig
------------------
9. B68 17 stig
10. ÍF 7 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder