Stórt evropeiskt hondbóltsvikuskifti er á skránni í høllini á Hálsi. Mansliðið hjá Neistanum skal spæla báðar sínar dystir í 1. umfari í European Cup á heimavølli.
Mótstøðuliðið er Holon Yuvalim. Ilt er at siga, hvat ísraelska liðið kemur við, men talan kann helst gerast um spennandi uppgerð.
Báðir dystirnir byrjar klokkan 17. Tann fyrri verður spældur í morgin, leygardagin 16. september, og tann seinni sunnudagin.
Í samband við dystirnar ætlar Neistin at gera nógv burturúr og fáa nógv fólk í høllini. Frá klokkan 15 í morgin er upphiting á skránni.
Neistamenninir byrjaðu kappingarárið í Burn-deildini við javnleikii móti grannunum týsdagin.
Team Klaksvík er við í sama umfari. Liðið spælir báðar dystirnar á útivølli. Fyrri dysturin í Bosnia verður í kvøld klokkan 18.30.
Sí eisini:
Í kvøld skal Team Klaksvík í evropeiska eldin
European Cup: Neistin og Team Klaksvík skulu nú royna seg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald