Mikudagin seinnapartin fór Team Klaksvík ferðalagið úr Vágunum. Endastøðin var bosniski býurin Tuzla, har Team Klaksvík næstu dagarnar skal spæla søguligar dystir.
Liðið endaði aftur við bronsuheiðursmerkjum í Burn-deildini í fjør, og avgerð varð tikin um at melda til European Cup, ið er triðsterkasta kappingin fyri lið hjá IHF. Team Klaksvík og Neistin eru í 1. umfari. Talan er um 1/64-finalurnar.
Les eisini: European Cup: Neistin og Team Klaksvík skulu nú royna seg
Hópurin áðrenn fráferð (Mynd: Team Klaksvík)
Neistin spælir báðar sínar dystir í Føroyum, meðan Team Klaksvík spælir báðar sínar dystir í Bosnia&Hersegovina. Hetta er eftir avtalu millum liðini í einstøku uppgerðunum.
Sambært veddingarfyritøkum er Sloboda Tuzla stórfavorittur, men tað er helst ilt at siga, júst hvar Team Klaksvík liggur í slíkum høpi.
Talan verður tó helst um eina ógvuliga stóra avbjóðing í dystinum, sum byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð. Hópurin hjá Team Klaksvík ferðaðist umvegis París til Zagreb. Úr kroatiska høvuðsstaðnum gekk leiðin við bussi til Bosnia. Í gjár var venjing á skránni, og nú stendur fyrsta evropeiska uppgávan fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald