Hondbóltur

European Cup: Neistin og Team Klaksvík skulu nú royna seg

Team Klaksvík spælir báðar dystirnar í Bosnia - fríggjakvøldið og sunnudagin. Neistin tekur ímóti ísraelskum liði leygarkvøldið og sunnukvøldið.

Pauli Høj og hinir í Neistanum spæla báðar dystirnar móti Holon Yuvalim HC á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Høj og hinir í Neistanum spæla báðar dystirnar móti Holon Yuvalim HC á heimavølli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-13 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltskappingarárið er av álvara farið í gongd. Í vikuskiftinum er 2. umfar í fremstu deildunum á skránni, men tá spæla tvey lið eisini evropeiskan hondbólt.

Talan er um mansliðið hjá Neistanum og Team Klaksvík. Tey eru í 1. umfari í European Cup, sum nú fer av bakkastokki. Hetta er triðsterkasta evropeiska kappingin.

Sum útgangspunkt eiga liðini hvør sín heimadyst. Í teimum fyrstu umførunum er tað tó vanligt, at liðini avráða, at dystirnir verða spældir á einum staði við stuttum millumbili. Hetta serliga fyri at spara pening - so býtist man um ferðaútreiðslurnar hjá eina liðnum - og so at tað ikki órógvar dystarskrá annars ov nógv

Team Klaksvík spælir fyri fyrstu ferð í evropeiskari kapping, men tað verður eingin evropeiskur hondbóltur í Badmintonhøllini í Klaksvík enn. Felagið hevur játtað at spælt báðar sínar dystir í 1. umfari á útivølli. Tað verður Tuzla í Bosnia-Hersegovina, at felagið frá 2006 fær sín evropeiska elddóp.

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at dystirnir hjá Team Klaksvík móti RK Sloboda liggja fríggjakvøldið klokkan 18.30 og sunnudagin klokkan 14.00. Liðið, sum er endað við bronsuheiðursmerkjum tvey ár á rað, hevði frí í 1. umfari í Burn-deildini.

[object Object]Beinir Johannesen og liðfelagarnir skulu royna seg í Bosnia í vikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin hevur áður luttikið í evropeiskum kappingum, men nú eru nógv ár síðani. Teir í bláum spældu í gjár javnleik móti Kyndli í sínum fyrsta landskappingardysti - í vikuskiftinum er tað ísraelsk mótsstøða í høllini á Hálsi.

Holon Yuvalim HC hevur játtað at spæla báðar dystirnar í Føroyum. Tí verður høllin á Hálsi karmur um European League-hondbólt leyagardagin og sunnudagin. Báðir dystirnir byrja klokkan 17. Ilt er at siga, júst hvar Neistin liggur til mótsstøðuna - Føroyar hava tó áður staðið seg væl móti Ísrael.

Greipuvinnararnir H71 og VÍF, ið vann grundsspælið, byrja í 2. umfari og skulu royna seg seinni í mánaðinum. Tað skulu kvinnurnar hjá H71 og Neistanum eisini.

Les eisini: Seks lið fara at spæla evropeiskan hondbólt seinni í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder