Tað var nær við, at Neistin heilt tryggjaði sær hondbóltsræði í høvuðsstaðnum fyribils, tá grannauppgerðir vóru í høllini á Hálsi í gjárkvøldið.
Kvinnurnar løgdu út, og hóast Kyndil byrjaði dystin væl betri, so vunnu tær í bláum at enda greitt. Neistin skorði bert tvey mál fyrstu 13 minuttirnar, og bæði vóru brotskøst. Verjan hjá Kyndli eydnaðist væl, men sum dysturin leið, haltaði tað ov nógv í álopspartinum.
Kyndil saknaði Turið Arge Samuelsen, sum gekk á odda í stórsteypadystinum. Neistin fekk glið á, var á odda við tveimum í steðginum og bygdi á leiðsluna í 2. hálvleiki. Neistin vann við tíggju málum og fekk harvið frálíka byrjan uppá kappingarárið.
Nadja Pejovic skoraði átta mál, men tað eydnaðist samanlagt ikki nógv væl hjá teimum í grønum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hjá monnum komu bæði liðini uppum 30 mál. Kyndil hevur styrkt seg í summar, og nýggju danirnir gjørdu mun. William Skovsager og Tobias Thisen skoraðu samanlagt 19 mál, men hóast leiðslu til Kyndil í steðginum lá tað til Neistan, tá bert ein lítil løta var eftir.
Teir í bláum løgdu seg á odda við fýra málum, tá beint yvir fimm minuttir vóru eftir. Síðani skoraði Neistin ikki aftur, og Kyndil vendi øllum á høvdið. Tá bert nøkur sekund restaðu í, varð brotsskast dømt. Pauli Høj fekk reytt kort, og Neistin legði protest. Tobias Thisen skoraði uppá brotsskastið, og tað endaði 31-31. Umráðandi stig hjá Kyndli.
2. umfar er á skránni í vikuskiftinum. Yvirlit fyri SMS sæst her, og yvirlit fyri Burn sæst her
Kelda: Hondbóltssamband Føroya
SMS-deildin 1. umfar
Sunnudagin 10.09
H71 - VÍF 34-30 (15-15)
Toppskjúttar: Sára Jacobsen 10 mál, Fríða Nolsøe Olsen 8 mál
Sí dómaraseðlan her
EB - StÍF 22-29 (7-11)
Toppskjúttar: Masa Varajic og Nukaaka Petrussen Lyberth 6 mál, Natasja Hammer 8 mál og Maria Mrdalo 6 mál
Sí dómaraseðlan her
Les meira her
Leygardagin 09.09
Stjørnan - VB 29-26 (12-15)
Toppskjúttar: Savica Mrkikj 10 mál, Durita Krosslá Hjelm 8 mál
Sí dómaraseðlan her
Í gjár, týsdagin 12.09
Neistin - Kyndil 30-20 (11-9)
Toppskjúttar: Bjørk Franksdóttir Joensen 8 mál, Nadja Pejovic 8 mál
Sí dómaraseðlan her
Burn-deildin 1. umfar
Í gjár, týsdagin 12.09
Neistin - Kyndil 31-31 (15-17)
Toppskjúttar: William Skovsager 10 mál, Tobias Thisen 9 mál - Pauli Høj og Phillip Harper Müller 7 mál
Sí dómaraseðlan her
Sunnudagin 10.09
H71 - VÍF 25-28 (9-12)
Toppskjúttar: Sveinur Olafsson 8 mál, Filip Jojic 7 mál
Sí dómaraseðlan her
Sí eisini: Vestmenningar vunnu á útivølli móti greipuvinnarunum
Leygardagin 09.09
StÍF - KÍF 26-34 (13-16)
Toppskjúttar: Rasmus Søby 8 mál, Trúgvi Hávardsson 7 mál
Sí dómaraseðlan her
Frí: Team Klaksvík (Sjey lið eru, í mun til SMS-deildina har átta lið luttaka)
Sí eisini: Hondbólturin er av álvara byrjaður aftur
Hondbóltur
Dramatiskur javnleikur hjá monnum - Neistakvinnurnar vunnu greitt
Grannauppgerðir vóru á Hálsi í gjárkvøldið. Tær settu punktum fyri 1. umfar í SMS-deildini og Burn-deildini.
Neistin hevði tamarhald á Kyndli, ið spældi uttan Turið Arge. Bjørk F. Joensen, ið takklar her, varð javnsettur toppskjútti í dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2023-09-13 09:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald