Hondbóltur

Vestmenningar vunnu á útivølli móti greipuvinnarunum

VÍF er í ár at rokna sum FM-favorittur í Burn-deildini og vann við trimum málum í Hoyvík. Hoyvíkskvinnur vunnu tó á VÍF, og StÍF byrjaði við sigri á Eiði.

Hesaferð fekk H71 ikki steðgað Filip Jojic heilt so væl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hesaferð fekk H71 ikki steðgað Filip Jojic heilt so væl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-11 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta veruliga hondbóltsvikuskifti í 2023 /2024 kappingarárinum er farið afturum. Tveir dystir í fremstu deildunum vórðu spældir leygardagin, og tríggir vóru á skránni í gjár.

Les eisini: Hondbólturin er av álvara byrjaður aftur

Í Burn-deildini spældu greipuvinnararnir móti liðnum, sum vann grundspælið í fjør. H71 hevur mist fleiri lyklaspælarar - millum annað ársins spælara Róa Ellefsen á Skipagøtu og ársins verjuspælara Peter Krogh - meðan VÍF hevur hildið fast í stammuni.

Millum annað tí eru vestmenningar at meta sum FM-favorittar, og tað eydnaðist eisini at vinna í Hoyvík í gjár. VÍF legði hart út og var einaferð á odda 11-4. Tað gekk betri hjá H71 síðstu løtuna í hálvleikinum og beint eftir steðgin, men VÍF-sigurin kom ikki heilt í vanda: Trý mál á muni í steðginum og trý mál á muni tá samanumkom.

[object Object]
Hallur Árason (nr.24) skoraði fýra mál fyri VÍF í trý-máls sigrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Sára Jacobsen (nr.25) skoraði heili tíggju mál í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kvinnurnar hjá H71 hava eisini mist nógvar spælarar, men í gjár vann liðið við fýra málum, tá VÍF vitjaði. Tað leikaði leingi javnt á og var eisini javnt í steðginum, men sum seinni hálvleikur leið, tóku hoyvíkskvinnur eitt sindur yvir. Sára Jacobsen gjørdi bart á strikuni við tíggju málum.

Á Eiði var nýggi StÍF-spælarin ovast á listanum yvir toppskjúttar Natasja Hammer er komin aftur úr íslendskum hondbólti og spælir nú í hvítum og reyðum. Hon skoraði átta ferðir, tá unga StÍF-liðið, ið framvegis eisini hevur japanskan íblástur, vann tryggan sigur á EB. Heimaliðið hevði tungt við at skora fyri steðgin, og í byrjanini av seinna hálvleiki fór StÍF veruliga frá.

Í annaðkvøld eru grannauppgerðir í høllini á Hálsi.

SMS-deildin 1. umfar

Í dag, sunnudagin 10.09
H71 - VÍF 34-30 (15-15)
Toppskjúttar: Sára Jacobsen 10 mál, Fríða Nolsøe Olsen 8 mál
Sí dómaraseðlan her

EB - StÍF 22-29 (7-11)
Toppskjúttar: Masa Varajic og Nukaaka Petrussen Lyberth 6 mál, Natasja Hammer 8 mál og Maria Mrdalo 6 mál
Sí dómaraseðlan her

Leygardagin 09.09
Stjørnan - VB 29-26 (12-15)

Toppskjúttar: Savica Mrkikj 10 mál, Durita Krosslá Hjelm 8 mál
Sí dómaraseðlan her

Týsdagin 12.09
18.00: Neistin - Kyndil

Burn-deildin 1. umfar

Í gjár, sunnudagin 10.09
16.00: H71 - VÍF 25-28 (9-12)
Toppskjúttar: 
Sveinur Olafsson 8 mál, Filip Jojic 7 mál
Sí dómaraseðlan her

Leygardagin 09.09

StÍF - KÍF 26-34 (13-16)

Toppskjúttar: 
Rasmus Søby 8 mál, Trúgvi Hávardsson 7 mál
Sí dómaraseðlan her

Týsdagin 12.09
20.00: Neistin - Kyndil

Frí: Team Klaksvík (Sjey lið eru, í mun til SMS-deildina har átta lið luttaka)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder