Síðsta vikuskifti vóru stórsteypadystirnir spældir, og hetta vikuskiftini eru fyrstu dystirnir í landskappingunum. Tveir dystir - ein í SMS-deildini og ein í Burn-deildini - vórðu spældir í gjár.
Í Klaksvík vitjaði VB. Hesi liðini hava spælt nógvar stórar dystir- serliga í 00'unum. Vágskvinnur vóru á odda við trimum málum í steðginum og eisini á odda við tveimum málum í løtum í 2. hálvleiki. Síðstu løtuna fekk Stjørnan tó veruliga gongd á álopsspælið, samstundis sum VB brendi - serliga av vongplássunum har Nina Abramovic stongdi - og gjørdi dýr mistøk. Heimaliðið fekk leiðsluna, tá fýra minuttir vóru eftir og vann 29-26
Umráðandi sigur hjá Stjørnuni, ið millum annað satsar við trimum royndum útlendingum. Liðið endaði á triðja plássið í fjør og vil veruliga í oddin aftur.
Savica Mrkikj úr Norðurmakedónia hevur nógvar royndir í yrkishondbólti. Bakspælarin gjørdist toppskjútti við 10 málum í gjár
Dysturin í Burn-deildini var á Skála. Har tók StÍF ímóti KÍF. Tað leikaði javnt á meginpartin av fyrra hálvleiki, men fyri steðgin fór útiliðið framum við nøkrum málum, og StÍF kom ongantíð heilt nær við aftur.
Rasmus Søby byrjaði væl í sínum nýggja felagi. Danin á høgra bakki gjørdist toppskjútti við átta málum. Vestmenningurin Eyðbjørn Heini Danielsen byrjaði eisini væl í reyðum, umframt at ungir kollfirðingar og Milenko í málinum vístu seg væl fram.
Hjá StÍF var strandingurin Trúgvi Hávardson ljóspunktið. Kviki U19-landsliðsspælarin gav KÍF-verjuni høvuðbrýggj. Heimaliðið saknaði tó týðiliga bakspælararnar Bjarna í Selvindi, sum nú spælir í bestu norsku deildini, og Pætur Johansen. Hann er nú undir lesnaði í Danmark.
Trúgvi Hávardsson vísti seg væl fram í U19-endaspælinum í Kroatia í síðsta mánaða - í gjár var hann toppskjútti hjá StÍF (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Tíverri noyddist Eyðbjørn Heini Danielsen at taka til takkar at hjálpa frá áskoðaraplássinum. Hetta var vegna serligar trupulleikar við vantandi skráseting - nú hevur hann skift til KÍF, og skoraði Eyðbjørn seks mál í gjár (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Tríggir dystir eru á skránni í dag. Tað hava verið stórar broytingar á bæði mansliðnum og kvinnuliðnum hjá H71, og bæði taptu greitt í stórsteypadystunum. Seinnapartin vitja kvinnu- og mansliðið hjá VÍF í Hoyvík. Í kvøld spæla StÍF og EB á Eiði í SMS-deildini.
Týskvøldið eru grannauppgerðir á skránni í høllini á Hálsi.
Skráin í dag og týsdagin (Skíggjamynd: HSF)
SMS-deildin 1. umfar
Í gjár, leygardagin 09.09
Stjørnan - VB 29-26 (12-15)
Toppskjúttar: Savica Mrkikj 10 mál, Durita Krosslá Hjelm 8 mál
Sí dómaraseðlan her
Í dag, sunnudagin 10.09
14.00: H71 - VÍF
18.00: EB - StÍF
Týsdagin 12.09
18.00: Neistin - Kyndil
Burn-deildin 1. umfar
Í gjár, leygardagin 09.09
StÍF - KÍF 26-34 (13-16)
Toppskjúttar: Rasmus Søby 8 mál, Trúgvi Hávardsson 7 mál
Sí dómaraseðlan her
Í dag, sunnudagin 10.09
16.00: H71 - VÍF
Týsdagin 12.09
20.00: Neistin - Kyndil
Frí: Team Klaksvík (Sjey lið eru, í mun til SMS-deildina har átta lið luttaka)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald