Tað verður eitt søguligt heyst, og møguliga ein søguligur vetur, í føroyskum hondbólti. Seinastu árini hava nøkur føroysk lið luttikið í evropeiskari kapping, men ongantíð fleiri enn tvey lið sama ár. Nú freistin er farin fyri 2023/2024 kappingarárið er greitt, at hesa ferð hava heili seks lið melda seg til Europen Cup. Hetta er triðsterkasta kappingin hjá EHF.
Tey fýra liðini, ið endaðu ovast í landskappingunum hjá kvinnum og monnum, hava rætt til at luttaka í European Cup. Summi lið hava kunngjørt alment, at tey hava tikið av møguleikanum at spæla í kappingini. Portalurin hevur fingið váttan frá hinum.
Hjá monnum luttaka tey fýra fremstu liðini í endaspælinum:
H71 (Greipuvinnari)
VÍF (Vann grundspælið - silvur eftir FM-finalurnar)
Team Klaksvík (Bronsuvinnarar)
Neistin (4. plássið)
Les eisini:
Team Klaksvík út í Evropa við nýggjum venjara
VÍF fer út aftur í Evropa
Hjá kvinnum luttaka tvey lið:
H71 (Greipuvinnari)
Neistin (4. plássið)
Kyndil (Silvur) og Stjørnan (Bronsa) hava eisini rættin at vera við men hava ikki melda til.
Ongantíð áður hevur so stórur áhugi og so stórt ídni verið í Føroyum, í mun til at luttaka í Evropa. Tað krevur nógva orku og fyrireiking. Ítróttarliga avbjóðingin er stór, men fíggjarligi vinningurin er ikki stórur. Feløgini noyðast at fáa meira pening til vega enn til vanliga virksemi. Hetta er tó eisini ein stór gularót og kann vera við til at flyta spælarar og lið.
Seinastu árini hevur H71 gingið á odda. Kvinnurnar eru tvey tey síðstu kappingarárini komnar langt. Nú er talan um eitt væl yngri lið, og mansliðið verður eisini rímiliga nógv broytt. Tó eru hoyvíkingar fúsir aftur hesa ferð. Fyri at savna inn síðstu árini hevur millum annað verið skipað fyri súkklutiltøkum í Hoyvík.
Tróndur Kragesteen í dysti móti H71. Tróndur hevur áður spælt í evropeiskari kapping - hoyvíkingar hava verið við seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)
Neistin var fleiri ferðir við í evropeiskari kapping fyrr í øldini - serliga á manssíðuni. Nú skulu bæði kvinnur og menn í bláum av álvara royna seg aftur uttanfyri landoddarnar.
Menninir hjá VÍF verða við í slíkari kapping fyri fyrstu ferð síðani í 1998. Í 1997 vunnu vestmenningar á rumenska stórfelagnum Dinamo Bukarest í Vestmanna.
Team Klaksvík var ikki til tá. Senastu árini hevur ein ávís menning verið í Klaksvík, og nú verður næsta fetið tikið.
Føroyska landskappingin byrjar tíðliga í september. Ævintýrið í Evropa byrjar síðst í september ella í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald