Hondbóltur

Stórt hondbóltskvøld í Hoyvík

Klokkan 17.45 spæla kvinnurnar hjá H71 og VÍF um finalupláss. Onnur finalan millum mansliðini hjá Kyndli og H71 byrjar klokkan 20.15. Til ber at fylgja við á Portalinum.

H71 og VÍF hava spælt tvær ógvuliga tættar hálvfinalur. Mánakvøldið vunnu vestmannakvinnur í Hoyvík við avgerandi máli hjá RannváOlsen, og vitja tær aftur í kvøld (Mynnd: Sverri Egholm)

H71 og VÍF hava spælt tvær ógvuliga tættar hálvfinalur. Mánakvøldið vunnu vestmannakvinnur í Hoyvík við avgerandi máli hjá RannváOlsen, og vitja tær aftur í kvøld (Mynnd: Sverri Egholm)

2025-04-24 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ógvuliga nógv uppá spæl í Hoyvíkshøllini í kvøld, har tveir týðandi dystir eru á skránni.

2. Páskakvøld spældu kvinnuliðini hjá H71 og VÍF ein dramatiskan dyst í Hoyvík. H71 kundi tryggjað sær finalupláss, men Rannvá Olsen skoraði til 20-19 í seinastu sekundunum.

Sí eisini: VÍF tryggjaði eina triðja hálvfinalu í seinasta sekundi

Harvið er ein triðja og avgerandi hálvfinala í Hoyvík í kvøld. Alt er uppá spæl hjá báðum liðunum, sum vilja bjóða Kyndli av.

[object Object]
Tað hevur higartil verið ógvuliga tætt millum hoyvíkskvinnur og vestmannakvinnur (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá monnum eru H71 og Kyndil í finalunum. Í tí fyrstu millum liðini var tað ógvuliga tætt millum liðini, og hoyvíkingar sigraðu við einum. Ein brotskastbjarging frá Tóraldi Kollsker tá tíðin var farin, varð at enda avgerandi.

Sí eisini: H71 tók fyrsta fetið móti einum FM-heiti

Nú hittast liðini aftur. Um H71 vinnur hendan heimadystin, so er talan um risa fyrimun í FM-stríðnum hjá unga liðnum, ið roynir at endurvinna.

Í kvøld, hósdagin, 24. apríl

Triðja og avgerandi FM-hálvfinalan hjá kvinnum
17.45: H71 (1) - VÍF (1)

Onnur FM-finalan hjá kvinnum
20.15: H71 - Kyndil

Til ber at fylgja við livescore á forsíðuni á Portalinum. Dystirnir síggjast á live.hsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder