
Eins og mikukvøldið, var tað ógvuliga tætt og inntenst í einum ógvuliga fysiskum dysti í einari larmandi høll á Hálsi. Men í mun til triðju hálvfinaluna millum Kyndil og StÍF, endaði fyrsta FM-finalan millum Kyndil og H71 eftir 60 minuttir. Tað kundi tó meira enn so enda í longdari leiktíð ella meira, tí stórur spenningur var størsta partin av dystinum, og Kyndil fekk brotskast, beint sum tíðin fór.
Eina løtu sá tað út til, at tað ikki fór at gerast so spennandi. H71 skoraði bert fimm mál fyrstu tjúgu minuttirnar móti hørðu og góðu Kyndils-verjuni. Rókur Akralíð og Ovi Lützen vóru sterkir mitt fyri, meðan Rógvi Dal-Christiansen hevði ógvuliga gott tamarhald á Briani Slyne á bakkinum, sum eins og hinir hoyvíkingarnir høvdu striltið við at vinna nærdystirnar. Tórður Guttesen hevði sínar bjargingar, og í hinum endanum hevði H71 tað trupult við Tobias Thisen.
StÍF hevði sítt stríð við Tobias Thisen í hálvfinalunrøðini - nummar tíggju hjá Kyndli skoraði tíggju mál í kvøld, og eina løtu í 1. hálvleiki var hann als ikki til at stýra (Mynd: Sverri Egholm)
Verjan hjá Kyndli var framúr fyrstu løtuna í kvøld (Myndir: Sverri Egholm)
Hyggjuráðini hjá H71 vóru at fara longur út at verja við Jákupi Egholm fremst og mitt í og blaðunga Haraldi Karlsson eisini álopskent sum 2'ara. Hetta órógvaði Thisen og William Skovsager og álopsspælið hjá Kyndli sum heild. Teir í grønum gjørdu nógv mistøk seinastu løtuna fyri steðgin, og hetta revsaði H71 væl. Skjótt fór tað frá +4 niður á null, tó at Rókur Akralíð í góðari atgerð í seinastu sekundunum fyri steðgin skoraði til 13-12.
Í 2. hálvleiki var bert tríggjar ferðir trý mál á muni (23-21, 26-24 og 29-27 til H71). Annars skiftust liðini leingi um at skora. Tað var nógvur nervi í, og tað snúði seg um at tálma mistøkum - og hjá H71 serliga um at tálma Thisen.
Kyndil misti vinstra vongin Jákup Jørgensen tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann rakti Torstein Sivertsen í høvdið við brotskasti - Torstein kom inn og gjørdi mun við nøkrum stórbjargingum. Høgni Klein Olsen var ikki tøkur at spæla í kvøld, so blaðungi Teitur Poulsen Hellisdal fekk minuttir á vonginum í stórdystinum.
Jákup Jørgensen fegnast her um sítt mál í brotskastskappingini móti StÍF mikukvøldið. Fimm minuttir eftir steðgin í kvøld varð hann rikin av vølli (Mynd: Sverri Egholm)
Móti endanum lá tað eisini meira til H71, sum tyktiskt at hava tað meira orku eftir fleiri hvílidagar. Liðið vann fleiri nærdystir í 2. hálvleiki og fekk eisini fleiri mál í fyrstu bylgju.
Brian Slyne fekk nøkur góð mál, toppskjúttin Høgni Heinason - sum eisini hevði funnið strikuspælararnar væl eftir steðgin - tók ábyrgd, og tað gjørdi Haraldur Karlsson á høgra bakki eisini. Hann økti til +2, tá hálvur minuttur var eftir við sínum triðja máli. Tobias Thisen, ið aftur veruliga gjørdi bart seinastu løtuna, minkaði um munin so at siga beinanvegin, og so var drama.
Tórður Guttesen stóð fyri stórari tvífaldari bjarging, tá H71 royndi at avgerða, og so fór Thisen til stroks. Hann fann William Skovsager, sum fekk brotskast í seinasta sekundi. Hetta skuldi nummar fimm sjálvur skjóta, men eins og stutt framanundan í gjgnumbroti, brendi sterki vinstri bakkurin. Royndi málverjin Tóraldur Kollsker las skjúttan og gjørdist stóra hetjan í Hoyvík.
Tóraldur Kollsker, her við landsliðnum í 2020, flutti aftur til Føroya í januar. Í kvøld vunnu hann og liðfelagarnir á Róki Akralíð og teimum. Tað var málverjin, sum í seinasta sekundi bjargaði skoti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
29-28 og fyrimunurin til H71 undan finalu nummar tvey í Hoyvík hóskvøldið 24. apríl. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari. Um tað gerst eins tætt sum í kvøld, so verður tað ein øðilig finalurøð.
Fyrsta FM-finalan í Burn-deildini
Leygardagin 19. apríl
Kyndil - H71 28-29 (13-12)
Toppskjúttar: Tobias Thisen 10 mál (Kyndil), Høgni Heinaseon 8 mál (H71)
Reytt kort: Jákup Jørgensen (Kyndil) 35' (beinleiðis reytt)
Dómaraseðil sæst her
Fyrr í kvøld varð bronsudysturin spældur í Vestmanna. Hann vann VÍF 35-30 á StÍF.
Sí dómaraseðil her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald