Summarsteðgurin í Betrideildini hjá monnum er av. B68 og NSÍ høvdu framskundað sín dyst í 17. umfari til ólavsøkudag og flutt hann til Havnar, og tjóðarleikvøllurin á tjóðardegnum varð ein góð uppliving hjá NSÍ'arum - eins og tað var fyri 22 árum síðani, tá Løgmanssteypið kom í hús eftir finalu móti HB.
Har var størri munur í kvøld, enn tað var 29. juli í 2022. NSÍ fekk sítt spæl at eydnast, meðan tað ikki heilt hekk saman hjá B68 - millum annað í verjustøðu.
Í 14. minutti legði Beinir Nolsøe NSÍ á odda, og maðurin sum legði upp, Klæmint Andrasson Olsen, skoraði sjálvur tjúgu minuttir seinni.
Teir í gulum avgjørdu í roynd og veru dystin, tá ein tími var spældur. Steffan Løkin hevur havt eitt gott kappingarár, og 23-ára gamli áleyparin skoraði til 3-0.
Steffan, ið spældi fyri B68 í 2021 og 2022, gjørdist tvífaldur málskjútti, tá fimm minuttir restaðu í. Alex Mellemgaard hevði stutt frammanundan minkað um munin við brotssparki, og eftir B68-álop fór NSÍ í kontra. Petur Knudsen til stroks, fann Steffan Løkin í brotsteiginum, og nummar 7 smekkaði bóltin framvið Tórði Thomsen.
4-1 og NSÍ er komið uppum 31 stig. Uppflytararnir hava í løtuni átta stig niður til B36, og hetta er góð støða hjá Jens Wedeborg og hansara monnum. B68 er eitt stig omanfyri strikuna.
Almenna áskoðaratalið á FaroeSoccer er nakað yvir 2.340. Hetta er nakað undir tað, sum var til líknandi dystin millum ÍF og TB í fjør, men tað er framvegis eitt gott áskoðaratal til landskappingardyst millum B68 og NSÍ.
Betrideildin 17. umfar
Ólavsøkudagur, 29 juli
B68 - NSÍ 1-4 (0-2)
14' Beinir Nolsøe (Klæmint Andrasson Olsen) 0-1
34' Klæmint Andrasson Olsen 0-2
60' Steffan Abrahamsson Løkin (James Drye) 0-3
80' Alex Mellemgaard, br. 1-3
86' Steffan Abrahamsson Løkin (Petur Knudsen) 1-4
Støðan:
1. Víkingur 45 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 36 stig
4. NSÍ 31 stig *
5. B36 23 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála 14 stig
8. B68 11 stig *
9. EB/Streymur 10 stig
10. ÍF 3 stig
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald