Tað er stórur áhugi fyri at sleppa á Fótbóltsakademi Føroya, eisini frá næmingum norðanfjørðs. Hetta boðar akademii frá:
- Vit á Fótbóltsakademi Føroya eru fegin um, at vit nú kunnu bjóða næmingum úr øllum Føroyum at koma til Vágs á Fótbóltsakademi Føroya og samstundis ganga í 10. flokki í Vágs skúla.
Tað verður skipað á tann hátt, at næmingarnir búgva í Vági og fáa bústað og mat undir tryggum og skipaðum viðurskiftum hjá vertfamiljum í Vági. Hetta kostar 3.500 um mánaðin. Møguleiki er eisini fyri at búgva hjá familju, og tá er kostnaðurin 500 krónur.
Jón Pauli Olsen og Sigfríður S. Clementsen koma at venja næmingarnar í Vági. Hetta er fyrsta fótbóltsakademi í Føroyum. FSF hevur bjóðað eitt tilboð um eyka venjing út á Miðnámsskúlum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald