Áhugin fyri nýggju venjaraútbúgvingini hjá HSF hevur verið ovurhondstórur. 60 venjarar eru meldaðir til fyrsta stigið, sum byrjaði í Skúlanum á Fløtum í gjár.
Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, stóð fyri skeiðnum, har evnið var “Hvussu skapa vit eitt gott umhvørvi.
” Endamálið við fyrsta stigi í venjaraútbúgvingini er at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast.
![]()
![]()
![]()
![]()
![]()
Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF saman við evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, skipað eina føroyska venjaraútbúgving samsvarandi altjóða krøvunum hjá EHF.
Fleiri myndir síggjast á Facebook-síðuni hjá Hondbóltssamband Føroya
Hondbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald