Tað er helst einki at ivast í, at tilgongdin við at flyta síðsta umfar kundi verið betri handfarið av sjálvum feløgunum men sanniliga eisini FSF.
Ein knútur, sum kundi og burdi verið loystur í august tá tað var greitt, at KÍ skuldi spæla bólkaspælsdyst 26. oktober.
Tað var ikki fyrrenn í vikuskiftinum at avgerð varð tikin um at útskjóta umfarið. Ein røtt avgerð ítróttarliga tí annars skuldi KÍ spælt móti Víkingi, ið hevur nógv uppá spæl og er í stríði við tveu onnur lið, beint yvir 40 tímar eftir seinasta bríksl á Tórsvølli í gjár.
Nú hevur tað tó aðrar avleiðingar við sær, og er tað vónandi ein lærupeningi til næsta ár - til feløgini og sjálvan stovnin FSF.
Júst dysturin í Klaksvík, har veruligur gullfagnaður verður, hevur nógv at siga fyri Víking og havnarfeløgini. Stríðið um silvur- og bronskrónurnar og serliga sjálvu evropeisku plássini bæði eru hørð. B36 hevur á pappírinum lættastu uppgávuna - á Argjum, og eitt lið endar uttanfyri. HB er í løtuna á 4. plássi og hevur eina møguliga lívlinju í steypakappingini.
Fyri TB og ÍF er eingin vegur uttanum. Hetta er møguleikin at tryggja sær sæti í deildini til 2024. TB hevur tað tó ikki í egnum hondum. Eins og HB í topp-trý stríðnum, skal TB hava hjálp. Um B68 vinnur í Fuglafirði, so kemur aldursforsetin upp á 8. plássið og bjargingina við sigri. Trupulleikin er tó, at TB ikki hevur vunnið ein dyst eftir summarsteðgin. ÍF stendur seg við javnleiki orsakað av dramatiska sigrinum móti TB síðsta vikuskifti.
Tað er á eingin dystur, ið frammanundan einki hevur at siga. Allir byrja klokkan 15.
27. umfar (sunnudagin 29. oktober)
KÍ - Víkingur (15:00)
EB/Streymur - HB (15:00)
ÍF - B68 (15:00)
AB - B36 (15:00)
TB - 07 Vestur (15:00)
Støðan
1. KÍ 67 stig *
2. Víkingur 57 stig
3. B36 57 stig
--------------------
4. HB 55 stig
5. 07 Vestur 37 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 22 stig
8. ÍF 19 stig
--------------------
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig **
* Føroyameistari
** Flutt niður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald