Tilsamans 16 billardspælarar úr øllum landinum eru við og teirra millum eisini flestu av landsins bestu spælarum eitt nú Páll Heri Nolsøe, Kristian Suni Høgnesen, Ólavur Kjølbro, Jógvan Jørgensen og Urbanus Olsen. Vinnarin av kappingini í fjør var Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri, sum eisini er Føroyameistari í billard.
Páll Heri Nolsøe vann kappingina í fjør. Hann er við aftur í morgin. Mynd Jan Müller
Mest vinnandi spælarin í Haldor Holm Cup er Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvík, sum hevur vunnið kappingina sjey ferðir, men tað eru heili 10 ár síðani hann vann seinast. So tað verður spennandi at síggja, um hann fer at gera eitt comeback leygardagin.
Tveir av spælarunum, sum hava verið millum mest vinnandi av Haldor Holm Cup, Hallur Joensen og Jákup Baldvinson eru ikki við hesaferð.
Vert er annars at býta merki í, at Ólavur Kjølbro, sum vann kappingina í 2002 men síðani hevur verið í útlandinum, nú er við aftur og er millum teir bestu. Hann gjørdist FM meistari í billard í 2022.
Urbanus Olsen og Kristian Suni Høgnesen, sum áður hava vunnið Haldor Holm Cup, eru við í kappingini í morgin, her saman við vinnaranum í fjør, Páll Hera Nolsøe.
Vert at vita um hesa kappingina er, at hon varð sett í verðina fyri at heiðra slóðbrótandi arbeiðið, sum Haldor Holm, sáli gjørdi fyri føroyskt billard. Fyrsta kappingin varð í 1989, og hana vann Jan Müller, sum framvegis er millum luttakararnar í kappingini.
Haldor Holm kappingin hevur verið spæld í Klaksvík á hvørjum ári sum undankapping til FM kappingarnar fyri lið og einstaklingar. Eingin kapping var í 2000. Kappingin er ætlað sum ein upphiting til FM árið í billard, sum byrjar í næstum. Tilsamans fimm feløg eru við í FM kappingini í ár við liðum í trimum deildum.
Haldor Holm, sáli, sum á sinni legði sálina í føroyskt billard.
Vit kunnu rokna við at fáa eina sera spennandi kapping í Klaksvík leygardagin, tí fimm ymsir spælarar hava vunnið kappingina seinastu fimm árini. Kappingin byrjar kl. 10 í spælihølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag.
Vinnarar í føroyskum billard øll árini ávikavist FM fyri lið og einstakligar og Haldor Holm Cup. Kelda BSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald