Annað

Strákur sleppur ikki av landinum at umboða Føroyar

Ross, sum eru folað í Føroyum sleppa ikki av landinum tí myndugleikin at skráseta ross og skriva út rossapass ikki er til staðar herheima.

2019-05-03 10:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Reiðfólk og onnur við áhuga við reiðítróttini harmast í hesum tíðum um, at vinnarin av gongulagskappingini, sum hildin var á ríðibreytini undir Kráarheyggi farna vikuskifti ikki sleppur at umboða Føroyar uttanlands.

Men tað sleppa tey, sum vóru nummar tvey og trý – ja øll hini, sum vóru við í kappingini.

Talan er um greðingin Strákur úr Marknagili hjá Regini Johannessen. Tað, sum er serligt í hesum føri er, at Strákur er uppaldur í Føroyum og tað vóru hini rossini í kappingini ikki.

Ríðisamband Føroya skrivar á heimasíðu síni, at orsøkin til at Strákur ikki sleppur av landinum at kappast, er tann at Heilsufrøðisliga Starvsstovan herfyri strammaði upp á lógartulkingina av ES lóg um flutning av rossum millum Føroyar og ES.

- Trupulleikin er, sum skilst, at starvsstovan ikki longur metir at nakar myndugleiki í Føroyum hevur loyvi at skriva neyðug pass til ross sum eru ald her á landi, skrivar Ríðisambandið. 

Í skrivið til tey sum takast við rossaflutning sigur Heilsufrøðisliga Starvsstovan, at tey vegna væntandi arbeiðsorku ikki fáa gjørt nakað við trupulleikan, og vísa til at tey hava kunnað Uttanríkis og Vinnumálaráð um trupulleikan.

Í skrivinum verður vísir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at øll ross skulu skrásetast og hava rossapass, og hildið verður fram:

"Fyri at eitt rossapass er at rokna sum fullgilt, skal tað váttast av einum skikkaðum myndugleika ella felagi, sum er góðkent til at skráseta ross. Sambært heilsufrøðiliga sáttmálanum við ES, eru settar ES fyriskipanir í verk í Føroyum, sum bert loyva skrásettum rossum til og úr Føroyum.

Lóggávuna um at skráseta ross hava vit ikki í Føroyum, og tí hevur ongin myndugleiki ella felag í Føroyum heimild til at vátta upplýsingarnar í rossapassunum.

Hetta merkir sostatt, at ross, sum eru folað í Føroyum, ikki kunnu útflytast til Danmarkar ella ES."

Formaðurin í Ríðisambandinum, Brandur í Dali sigur seg vera sera harman um støðuna, og at hann fer at kannna um tey fáa gjørt nakað við málið, m.a. við at biða um fund við avvarandi myndugleikar.

Brandur í Dali sigur eisini, at hann ikki lastar starvsstovuna fyri teirra støðutakan, tey tulka lógir eftir besta førimuni, og tað er helst tað, tey eru tilætlað at gera. Samstundis harmast formaðurin í Ríðisambandinum tó um, at tað í hesum førinum skal hava so stóra ávirkan á ríðiítróttina, at politikkarar og embætisfólk ikki hava megnað at loyst hendan trupulleikan.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder