Annað

Stroyming og sjónvarping frá steypafinalunum í flogbólti

Í meistaradeildini hjá kvinnunum er tað Dráttur og SÍ, sum møtast, og hjá monnum eru tað ÍF og Mjølnir – Umframt dystirnir í meistaradeildini ber til at fylgja við barna- og ungdómsfinalunum á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, YouTube og á R7.

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

2021-02-27 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru steypafinalurnar í meistaradeildini í flogbólti á skránni í Høllini á Hálsi. Dysturin hjá kvinnum millum Dráttur og SÍ verður spældur klokkan 13.30, og dysturin hjá monnum millum ÍF og Mjølnir verður klokkan 16.

Bæði dysturin hjá kvinnum og monnum verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Barna- og ungdómsfinalurnar verða vístar í sjónvarpinum á R7, harafturat verða tær stroymdar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum her. Eisini ber til at síggja tær í Flogbóltsvarpinum á YouTube her.

Skráin fyri vikuskiftið:

Leygardagin 27. februar

09.30 G12 Mjølnir A Dráttur A
10.45 G14 B Mjølnir B71
13.30 MK Dráttur SÍ
16.00 MM ÍF Mjølnir
18.30 D15 SÍ Ternan
19.45 G19 SÍ Fleyr

Sunnudagin 28. februar

13.00 D12 TB A TB B
14.15 D17 SÍ Fleyr
15.30 G14 A SÍ Fleyr
16.45 G16 SÍ Fleyr
18.00 KU SÍ Fleyr
19.15 MU SÍ Fleyr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder