Fótbóltur

Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshallir

Tær skulu byggjast í Sarpugerði í Norðragøtu, á Giljanesi og í Trongisvági. Samanlagt tjúgu milliónir eru settar av til verkætlanirnar.

Soleiðis kann tað fara at síggja út í Sarpugerði um ikki so langa tíð (Mynd: FSF)

Soleiðis kann tað fara at síggja út í Sarpugerði um ikki so langa tíð (Mynd: FSF)

2026-04-24 12:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum vir skrivaðu týsdagin, skuldi Fótbóltssamband Føroya taka støðu til tríggjar umsóknir um stuðul til fótbóltshallir, og fundir við kommunur vóru á skránni í vikuni.

Nú er greitt, at FSF hevur játtað tjúgu milliónir til samanlagt tríggjar verkætlanir:

FSF skrivaði soleiðis fyri løtu síðani:

Alt bendir á, at talið av fótbóltshallum í Føroyum fer at vaksa munandi næstu árini. Marghøllin í Vági varð tikin í brúk í 2018, og gongur alt eftir ætlan, verða tríggjar nýggjar hallir bygdar komandi árini – í Sarpugerði í Norðragøtu, á Giljanesi og í Trongisvági á Tvøroyri.

Fyrr í ár bjóðaði Fótbóltssamband Føroya øllum kommununm kring landið at søkja um stuðul til bygging av fótbóltshallum. Tríggjar ítøkiligar verkætarlanir hava søkt stuðul, og starvsnevndin hjá FSF hevur gjørt av at stuðla verkætlanunum soleiðis:

Fótbóltshøll í Norðagøtu
Vallarstødd: 70 x 50 metrar
Stuðul: 10 milliónir krónur

Fótbóltshøll á Giljanesi
Vallarstødd: 60 x 40 metrar
Stuðul: 6 milliónir krónur

Fótbóltshøll í Trongisvági
Vallarstødd: 50 x 30 metrar
Stuðul: 4 milliónir krónur

Í Eysturkommunu verður fótbóltshøllin bygd saman við Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu. Fótbóltshøllin í Trongisvági verður bygd upp at TB-húsinum við Stórá, og á Giljanesi skal høllin knýtast upp í ítróttarhøllina við skúlan.

– Tað er av stórum týdningi, at vit støðugt betra um karmarnar at venja fótbólt kring alt landið. Við hesum fótbóltshallum fáa vit heilt nýggjar møguleikar at halda virksemið gangandi alt árið, ikki minst í vetrarhálvuni, har umstøðurnar ofta eru avbjóðandi, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Bygging av fótbóltshallum er eitt av høvuðsmálunum í nýggju strategiini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta er eisini ein týðandi partur av langsiktaða arbeiðinum at skapa betri fortreytir fyri úrvalsarbeiði og menning av føroyskum fótbólti.

– Fótbóltshallir eru ein fyritreyt fyri, at vit kunnu røkka okkara strategisku málum. Tær eru alneyðugar fyri ætlanirnar hjá FSF innan úrvalsarbeiði í framtíðini og geva bæði leikarum og feløgum nógv betri menningarmøguleikar, sigur Christian Andreasen.

Verkætlanirnar verða endaliga fyrireikaðar í 2026, og arbeiðið at byggja fótbóltshallirnar skal vera byrjað innan árslok 2027. Stuðulin til nýggju fótbóltshallirnar verður latin úr FIFA Forward 3.0-skipanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder