Annað

Stuðulsavtala gjørd fyri ársins Føroyaleikir

Føroyaleikir hava gjørt samstarvsavtalu við fimm høvuðsstuðlar og fýra kommunur um leikirnar í ár – Høvuðsstuðlarnir eru Betri, Atlantic Airways, SMS, Sport 24 og Wenzel, og kommunurnar eru Vágs- Tórshavnar-, Runavíkar- og Klaksvíkar kommuna.

Hósdagin varð skipað fyri samkomu, har umboð fyri íSF, kommununum og stuðlum luttóku (Mynd: ÍSF)

Hósdagin varð skipað fyri samkomu, har umboð fyri íSF, kommununum og stuðlum luttóku (Mynd: ÍSF)

2022-06-05 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyaleikir hava gjørt samstarvsavtalu við fimm høvuðsstuðlar og fýra kommunur um leikirnar í ár.

Høvuðsstuðlarnir eru Betri, Atlantic Airways, SMS, Sport 24 og Wenzel. Kommunurnar eru Vágs- Tórshavnar-, Runavíkar- og Klaksvíkar kommuna.

Hósdagin hittust umboð frá ÍSF, kommunum og stuðlum á lítlari samkomu í hølunum hjá Betri.

Á skránni vóru røður, og eisini greiddi Anna Maria Toftegaard, samskipari fyri Føroyaleikir frá komandi leikunum, fyrireikingunum og framtíðarætlanunum fyri leikunum, skrivar ÍSF.

[object Object]
Umboð frá ÍSF, kommunum og stuðlum (Mynd: ÍSF)

Føroyaleikir er ítróttarstevna, sum ÍSF skipaði fyri á fyrsta sinni í fjør. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum íSF fevnir um. Kappingin skal eftir ætlan vera tey árini føroysku ítróttafólkini ikki fara til oyggjaleikir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder