Annað

Stuttfilmur um ítróttaskjóting

Skjótisamband Føroya hevur framleitt nakrar filmar um skjóting í sambandi við, at Føroyar í fjør bleiv limur í altjóða felagsskapinum fyri ítróttaskróting, ISSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-03-05 19:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

20. desember í fjør góðtók altjóða felagsskapurin fyri ítróttaskjóting ISSF (International Shooting Sport Federation) føroysku umsóknina um limaskap í felagsskapinum.

Føroyar fingu sokallaðan atlimaskap (Associated Member), sum vit kenna frá øðrum altjóða felagsskapum, Føroyar eru við í.

Hetta merkir, at Skjótisamband Føroya (SKF) hevur atgongd til ráðgeving, undirvísingartilboð og kann luttaka á øllum felagsfundum í ISSF - tó uttan atkvøðurætt á aðalfundinum. Samstundis kunnu føroyskir skjúttar luttaka og kappast á jøvnum føti við allar aðrar heimsins ítróttarskjúttar í ISSF høpi.

Einasta fleirtjóða kapping, Føroyar higartil hava luttikið á í skjóting, eru Oyggjaleikirnir. Eitt undantak var tó í 2018, tá føroyskir skjúttar luttóku sum gestaskjúttar á Nordic Shooting Region (NSR) í Norra.

Eftir limaskapin í ISSF kunnu føroyskir skjúttar umboða Føroyar í øllum teimum stóru kappingunum t.d. HM, EM og NSR, tó ikki á olympisku leikunum, ið liggja undir IOC.

Skjótisambandið metir, at limaskapurin í ISSF umboðar eitt tíðarskifti í føroyskari skjóting. Henda altjóða viðurkenningin við størri ítróttaligum avbjóðingum fer at skumpa undir menningina av skjótiítróttini í Føroyum, og vera við til at vaksa um áhugan fyri skjótingini.

Fyri at markera og hátíðarhalda limaskapin gjørdi Skjótisambandið í fjør nakrar stuttfilmir.

Ein filmur er um skjóting sum heild. Í hinum filmunum siga skjúttarnir eitt sindur um seg sjálvar, hví teir skjóta og um størstu skjótiupplivingar teirra.

Upptøkurnar vóru gjørdar í Vestmanna, í Havn og á Norðskála í sambandi við FM í skjótigreinunum trap og skeet í 2020.

Omanfyri sæst fyrsti filmurin um leirdúgvuskjóting. Hinir filmirnir verða at síggja komandi vikurnar á facebookvanga og á heimasíðu Skjótisambandsins www.skot.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder