Fótbóltur

Styrkt U21-lið móti Spania og Montenegro

Adrian Justinussen, Daniel Johansen og Jákup Biskopstø Andreasen eru hesuferð við U21.

Hegga Samuelsen, hjálparvenjari á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Hegga Samuelsen, hjálparvenjari á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-28 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hegga Samuelsen kunngjørdi fyri løtu síðani U21-landsliðshópin til dystirnar móti Spania og Montenegro. Teir dystirnir verða ávíkavist 8. og 13. oktober - á Tórsvølli og Svangaskarði.

Spania er oddalið í bólkinum og verður ein risauppgáva - Montenegro er eitt lið sum Føroyar meta seg hava realistiskan møguleika. Hetta segði hjálparvenjarin millum annað, áðrenn hann avdúkaði hesi 21 nøvnini. 

Málverjar:

Rói Mørk Hentze (B36)

Rói Zachariassen (EB/Streymur)

Bárður á Reynatrøð (Víkingur)


Verjuleikarar:

Ari Olsen (Víkingur)

Noah Mneney (Víkingur)

Bjarni Petersen (B36)

Daniel Johansen (HB)

Samuel Johansen Chukwudi (HB)

Ólavur Niclassen (KÍ)

Andri Benjaminsen (B68)


Miðvallarar: 

Magnus Holm Jacobsen (B36)

Ragnar Samuelsen (B36)

Arnbjørn Svensson (Víkingur)

Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ)

Lukas Giessing (AB - DK)

Adrian Justinussen (HB)

Stefan Radosavljevic (B36)


Áleyparar:

Petur Knudsen (NSÍ)

Jonn Johannessen (KÍ)

Pætur Petersen (HB)

Steffan Løkin (NSÍ)


Mest merkisvert er, at Adrian Justinussen og Daniel Johansen úr HB og Jákup B. Andreasen úr KÍ eru við hesuferð. Seinast vóru teir á A-landsliðnum. Hetta ger liðið, sum seinast vann á Ísrael og tapti tepurt fyri Norðurmakedona, sterkari á pappírinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder