Á aðalfundi hjá Ríðisambandi Føroya herfyri, varð einmælt samtykt at ganga umsókn frá Suðurross um limaskap á møti, og fegnast Ríðisambandið stórliga um limaskapin hjá suðringum, skrivar sersambandið í tíðindaskrivi.
– Sersambandið ásannar, at Suðurross hevur gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði fyri at menna ríðingina sum ítrótt í Suðuroy og vónar, at tey við limaskapinum í ríðisambandinum kunna økja og stimbra enn meira um áhugan fyri ríðing í Suðuroy.
– Limir í Suðurros hava longu í ár luttikið í FM kappinginum í ríðing og limaskapurin ger, at tey nú kunna umboða teirra egna felag, tá kappast verður.
Við limaskapinum hjá Suðurross, fer Ríðisamband Føroya frá fýra til fimm limafeløg, og landafrøðiliga er sersambandið seinastu árini farið frá bara umfata Streymoynna og Vágar til nú eisini at umfata bæði Eysturoynna og Suðuroy.
– Hetta vísir á eina stóra menning innan skipaðu ríðingina og vísir at miðvísa arbeiðið, sum Ríðisambandið hevur framt seinastu árini, nú av álvara ber ávøkst, skrivar Ríðisamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald