Hondbóltur

Súna Krossteig Hansen spælir ikki í kvøld

Orsøkin er ikki stressbrotið í fótinum hjá føroyska profilinum men sjúka. Lukka Arge verður ístaðin í dystarhópinum til dystin móti Litava, sum byrjar klokkan 19.

Súna K. Hansen hevur ikki vant fult við seinastu dagarnar, men hon var ætlað ein leiklut í verjuni í øllum førum - enn ein lyklaspælari hjá Føroyum sum ikki er við (Mynd: Sverri Egholm)

Súna K. Hansen hevur ikki vant fult við seinastu dagarnar, men hon var ætlað ein leiklut í verjuni í øllum førum - enn ein lyklaspælari hjá Føroyum sum ikki er við (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-09 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

16 spælarar vóru úttiknar til dystirnar móti Litava. Tað eru eisini júst 16 pláss á dómaraseðlanum til slíkar dystir, men ein broyting er nú gjørd í føroyska hópinum.

Súna Krossteig Hansen var ivasom áðrenn samlingina. 24-ára gamla havnarkvinnan hevur ikki spælt fyri Skanderborg seinastu mongu vikurnar - í roynd og veru ógvuliga lítið síðani EM-endaspælið.

Hetta er vegna stressbrot í fótinum. Mett varð tó at Súna kundi fáa ein leiklut; í øllum førum í verjuni har hon vanliga dekkar væl á bakkinum.

Sí eisini: Ikki vist at Súna fær spælt (Video)

[object Object]
Súna Krossteig Hansen rennur millum Rakul Wardum og Lív Poulsen til upphitingina í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Taka seinastu fetini móti stóru uppgávuni við Tjarnir (Myndir)

Súna K. Hansen vandi eisini við Tjarnir í gjár, og tað sá nemliga út sum, at hon serliga var ætlað til at spæla í verjuni í løtum.

Fóturin hevði tað rímiligt, men síðani venjingina er Súna rakt av sjúku og er ikki í einari støðu, har hon fær spælt ein ógvuliga týðandi hondbótlsdyst í kvøld.

Sí eisini:  Skulu spæla um HM-pláss uttan nakrar týðandi spælarar

Harvið er eingin nummar 10 á dómaraseðlanum. Tó er ein nummar 11 hjá Føroyum: Lukka Arge.

Ungi spælarin úr H71 hevur sereginleikar við brotskøstum, í verjuni og við langskoti. Lukka var við til EM-endaspælið og hevur eisini vant við upp til hendan dystin.

[object Object]Lukka Arge saman við Silju Müller til venjingina við Tjarnir í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin verður til staðar við Tjarnir í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19 og er ógvuliga týðandi fyri, hvørt Føroyar koma til HM-endaspælið í vetur ella ikki. Hetta er fyrri play-off dysturin (røkkstøkkdysturin)

Sí eisini: Fríða: - Eg fari at hjálpa har sum eg kann

Sí eisini: Annika heilsaði uppá liðfelagarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder