Fótbóltur

Súni Olsen skal standa á odda fyri víkingakvinnum

Víkingur, sum er farin úr samstarvinum við ÍF og B68 um felagslið hevur sett navn á venjaran fyri 2021.

Súni Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

Súni Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-10 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ein kendur maður í Sarpugerði, sum fer at standa á odda fyri Víkingakvinnum, sum nú standa á egnum beinum aftur eftir at hava havt samstarv við ÍF og B68 um felagslið.

- Felagið er farið undir at leggja størri dent á menningina á gentu- og kvinnusíðuni, og fyrsta stigið er tikið, við at vit í 2021 koma at hava okkara egna lið á kvinnusíðuni, eftir at vit í fleiri ár hava samstarva við onnur feløg. Sum liður í hesum, fegnast vit um at hava fingið Súna Olsen sum høvuðsvenjara, skrivar Víkingur í fráboðan.

[object Object]

Súni Olsen hevur seinnu árini vant besta kvinnuliðið hjá B36.

Les eisini: ÍVB í søguna - Víkingur fer sín egna veg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder