Leygardagin var stórur FM dagur á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Seinasti kappingardagur var, og stórur spenningur var um summar greinarnar.
Størsti spenningur er oftast um, hvør vinnur FM í Tvíspor vaksin. Hesaferð var tað Svanna við Barbaru Carlsen á baki og Bragi við Jóna Ólavsdóttir ið skuldi kappast um FM heitið. Rossini høvdu undan hesa kapping vunnið hvør sínar tvær kappingar, so tí var stórur spenningur um, hvør fór at vinna, skrivar Ríðisamband Føroya.
Tað gjørdist eisini sera tætt. Rossini fylgdust allar 500 metrarnar, og á málinum var munurin millum rossini bara fýra hundrandapartar av einum sekundi – Svana átti munin og gjørdist harvið føroyameistari. Tað sermerkta við hesum, er at tað er fimtanda ferðin, at ross hjá hjúninum Maritu Askham og Hans Paula Poulsen vinnum FM í Tvíspor vaksin
Spenningurin var eisini stórur í Tvíspor ung. Har vann Sirkill tó greitt á degnum og vann harvið FM. Tað var Ranja K.H. Djurhuus, sum reið Sirkill.
Hinar greinarnar vunnu hesi: Tølt, Tango við Geir Wardum, Strákur og Bárður Johannessen vunnu FM. Skeið vann Stígur og Randarsól Heinesen, Orka og Ranja K.H. Djurhuus vunnu FM. Trav vann Grettir við Halli Hansen, teir vunnu eisini FM.
Eisini vóru nakrar greinar, ið ikki vóru við í FM. Har vunnu hesi: Trav opin flokkur, Oscar og Marna Anthoniussen, Tvíspor vaksin 2 flokkur, Freyr og Anna Magnussen, og Old boys, Thor og Bárður Johannessen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald