Niklas Landin, Mikkel Hansen, Jóhan á Plógv Hansen og hinir á danska landsliðnum sleppa kortini ikki í eldin í morgin.
Danmark skuldi eftir ætlan spæla sín fyrsta EM-undankappingardyst í Aarhus í annaðkvøld, men gestirnir fáa kortini ikki møtt upp.
Danska hondbóltssambandið hevur í kvøld fingið boð frá evropeiska hondbóltssambandinum um, at sveisiska liðið ikki fær hildið koronareglurnar. Fimm leikarar hjá Sveis hava í felagi sínum verið í samband við ein venjara, sum hevur fingið koronu. Boðini um hetta eru komin so seint, at teir sveisisku leikararnir ikki hava fingið tíð at verða kannaðir, so at teir kunnu ferðast til Danmarkar, og so at koronareglurnar kunnu haldast.
Liðið hjá Nikolaj Jakobsen savnaðist í gjár, og danska hondbóltssambandið vónar, at dysturin kann spælast einaferð í hesari vikuni. Leygardagin spæla heimsmeistararnir í Finnlandi.
Føroyar skuldu spæla tveir dystir móti Kekkia - í morgin og leygardagin - men teir eru útsettir orsakað av koronastøðuni í Kekkia.
Les eisini: Eingin landsdystur í Føroyum á hesum sinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald