- Uppgávan at lyfta og menna føroyskan kvinnufótbólt og fótbólt yvirhøvur er stór, og eg eri glaður fyri at kunna vera við á tí ferðini. A-landsliðið hjá kvinnum er eisini í menning, og eg haldi sum heild projektið vera spennandi og vert at satsa uppá. So eg gleði meg ordiliga nógv til at koma í gongd.
Soleiðis sigur Svenn Ó. Olsen, ið er nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum.
Gøtumaðurin avloysir Christian Høgna Jacobsen, sum hevur verið hjálparvenjari síðsta árið og sum við ársskiftið takkað fyri seg.
Christian Høgni Jacobsen var í 2021 hjálparvenjari hjá Lene Terp (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
50-ára gamli Svenn Olsen hevur UEFA A-venjaraprógv og drúgvar royndir sum høvuðs- og hjálparvenjari í føroyskum fótbólti. Hann hevur staðið á odda fyri liðum í bestu kvinnudeildini, í 1. deild hjá monnum, hevur verið høvuðsungdómsvenjari, og í seinnu hálvu í 2020 og í 2021 var hann hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Víkingi.
Fótbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at Svenn í mong ár eisini hevur verið virkin og áhugaður í bestu kvinnudeildini, og hann gleðir seg nú til at royna seg í nýggja leiklutinum.
Nýggi hjálparvenjarin verður við til sína fyrstu A-landsliðsvenjing nú mánakvøldið, tá kvinnurnar seta hol á fyrireikingarnar til venjingarleguna í Marbella í februar. Á venjingarleguni skulu kvinnurnar spæla vinardystir móti Gibraltar og Norðurírlandi, áðrenn HM undankappingin verður tikin upp aftur í apríl.
Føroyar hava einki stig fyri fimm dystir í undankappingini. Málúrttøkan er 2-40.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald