Fótbóltur

Svenskur miðil: Brandur hevur skrivað undir við Helsingborg

Felagið hevur ikki váttað skiftið, og føroyski landsliðleikarin úttalar seg heldur ikki um støðuna.

Keldur hjá Expressen (Kvällsposten) vilja verða, við at føroyski landliðsmiðvallarin verður Helsingborgs-leikari í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Keldur hjá Expressen (Kvällsposten) vilja verða, við at føroyski landliðsmiðvallarin verður Helsingborgs-leikari í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-26 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri jól bórust tíðindi úr Helsingborg, at Brandur Hendriksson Olsen var í samráðingum við stóra felagið í býnum, ið spælir í Allsvenskan. Miðlar í Svøríki og Danmark skrivaðu, at føroyski landsliðsleikarin skjótt fór at skifta FH út við Helsingborgs IF.

Les meira: - Brandur skal spæla í Helsingborg

Í dag skrivar Kvällsposten hjá stóra blaðnum Expressen, at Brandur Hendriksson og Helsingborgs hava skrivað undir eina avtalu. Sambært greinini hava keldur váttað fyri hesum.

Ongar upplýsingar eru um, hvussu lang hendan avtalan er, hvussu stóran keypsprís Helsingborgs noyðist at lata FH, ella nakað annað; bert at ein avtala er komin í lag. 

Midhat Kuduzovic, ið er miðlaábyrgdari hjá Helsingborgs, sigur við heimasíðuna hjá Expressen, at sum vanligt verða leysasøgur ikki viðmerktar. Brandur Hendriksson sigur sigur við Portalin, at hann ongar viðmerkingar hevur til søguna hjá svenska miðlinum, ið skrivar, at skifti verður kunngjørt áðrenn ársskifti.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder