Kappróður

Sverri í ógvuliga sterkum hálvfinaluriðli

Føroyingurin skal royna at rógva seg í aðru Ol-finaluna á rað klokkan 09 í morgin. OL-vinnari, bronsuvinnari og trífaldur heimsmeistari eru millum teir seks í riðlinum, har tríggir koma víðari.

Sverri Sandberg Nielsen skal raka eitt høgt stig fyri at koma í finaluna - her sæst 30-ára gamli miðvingurin í innleiðandi OL-róðri (Mynd: EPA)

Sverri Sandberg Nielsen skal raka eitt høgt stig fyri at koma í finaluna - her sæst 30-ára gamli miðvingurin í innleiðandi OL-róðri (Mynd: EPA)

2024-07-31 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Tokyo í 2021 eydnaðist tað. Sverri Sandberg Nielsen róði seg í finaluna í harðari kapping í hálvfinaluni.

Har gjørdist favoritturin Oliver Ziedler júst ov stuttir og endaði á 4. plássi í riðlinum. Fyrrverandi svimjarin er krútsterkur, og nú 28-ára gamli týskarin er nú aftur á gáttini til OL-finalu. Trífaldi heimsmeistarin (2023, 2022 og 2019) hevur nakað at løna aftur í París, har hann aftur er favorittur at vinna gull.

Ziedler hevur vunnið HM í single-scullara tvey tey seinastu árini og trý tey seinastu árini, tað hevur verið - korona órógvaði í 2020 og 2021.

Í 2021 var tað Stefanos Ntouskos, sum sigraði í Tokyo. Grikkin stakk seg púra óvæntað ímillum í hálvfinaluni og vann eisini gull frammanfyri roynda norðmannin Kjetil Borch, kroatan Damir Martin - og Sverra Nielsen.

[object Object]Stefanos Ntouskos hevur ikki staðið seg so væl síðani óvæntaða OL-gulli í 2021, men grikkin hevur gjørt nóg mikið til at koma í hálvfinaluna aftur hesaferð (Mynd: EPA)

[object Object]
Oliver Zeidler er trýfaldur heimsmeistari og jagstrar nú OL-gulli. Hesaferð snýr tað seg um ikki at kiksa í hálvfinaluni (Mynd: EPA)

Damir Martin var 15 hundraðpartar frammanfyri Sverra og endaði harvið við bronsuni. Teir koma møguliga at hava tætta kapping í morgin. Martin var nøkur sekund frammanfyri Ntouskos í fjórðingsfinaluni í gjár - við eitt sindur verri tíð enn Sverri Sandberg Nielsen.

Umframt trýfalda heimsmeistaranum, OL-vinnaran og OL-bronsuvinnaran frá seinast, skal Sverri fyrrapartin í morgin kappast við rumenska Mihai Chiruta, sum hevur víst styrki undir OL, og hvítarussiksa Yauheni Zalaty (kappast undir "uttanveltaðum" flaggi).

Báðir hava víst styrki undir OL: Zalaty vann trygt sín fjórðingsfinaluriðil, og Chiruta hevði eisinia fína tíð - rumenin kom víðari eftir harða kapping.

So er spurningurin, hvørjit tríggir at hesum koma í OL-finaluna, ið verður leygardagin. Talan verður nærum heilt víst um harða kapping.

[object Object]
Sterki hálvfinaluriðini - tríggir koma víðari úr hesum, meðan tríggir aðrir koma víðari úr riðli nummar tvey 

Róðurin hjá Sverra Sandberg Nielsen byrjar eftir ætlan klokkan níggju føroyska tíð. Hann kann síggjast á danska TV2 og TV2 Play.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder