Kappróður

Sverri í uppskoti til ársins ítróttarfólk í Danmark

Føroyski rógvarin er ein av teimum 15 tilnevndu.

Sverri Sandberg Nielsen gjørdi av álvara vart við seg til HM. Her eftir sigurin í hálvfinaluni, ið tryggjaði honum finalupláss og pláss til OL næsta ár

Sverri Sandberg Nielsen gjørdi av álvara vart við seg til HM. Her eftir sigurin í hálvfinaluni, ið tryggjaði honum finalupláss og pláss til OL næsta ár

2019-11-28 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. september gjørdist talan um silvur í HM-finaluni fyri Sverra Sandberg Nielsen. Hann var bert fáar hundraðpartar frá gullinum. Tað var eitt sera gott vikuskifti fyri vágamannin, ið vann hálvfinaluna og harvið tryggjaði sær eitt eitt pláss til OL, sum verður í Tokyo komandi ár.

Les eisini: Sverri hevur róð seg til OL
                 Silvur til Sverra í HM-finalunai

Sverri róði fyri Danmark til HM í Eysturríki, og single-sculler rógvarin fer eisini at gera tað til olympisku leikirnar. Nú er hann í uppskoti til stóran heiður í Danmark. 
Dansk idrætsforbund boðar í dag frá, at Sverri er ímillum teir 15 íðkararnar, sum í ár kunnu vinna heiðurin sum besta ítrottarfólki í Danmark.

Danska manshondbóltslandsliðið, sum í januar vann HM á heimavølli, er eisini á listanum. Føroyski Jóhan á Plógv Hansen var partur av tí liðnum.

Í H.K.H. Krúnprinsur Frederik og Michael Laudrup eru ímillum tey, sum eru í dómsnevndini. Vinnarin verður avdúkaður 4. januar á stórum galla-tiltakið í Herning. DIF hevur síðani 1991 skipað fyri tiltakiðnum saman við Jyllands-Posten - í ár verður tað saman við Team Danmark. Í fjør vann tennisleikarin Caroline Wozniacki heiðurin.

Listin yvir tey tilnevndu: 
Anders Antonsen, badminton
Anne-Marie Rindom, sigling
Bjørn Bitsch og Ashli Williamson, dansur
Damefireren uden styrmand, rógving
Daniel Wagner, para-atletik
Emma Aastrand Jørgensen, kajakrógving
Herrelandsholdet, hondbóltur
Jakob Fuglsang, landavegsúkkling
Julie Leth og Amalie Dideriksen, "banecykling"
Leon Madsen, speedway
Mads Pedersen, landavegsúkkling
Michael Christensen, motorsport
Rajbek Bisultanov, wrestling
Sverri Nielsen, rógving
4.000 meter-holdet, "banecykling"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder