2019-09-01 14:26
Tað bleiv til eitt 2. pláss til miðvingin, Sverri Sandberg Nielsen, tá hann róði í HM-finaluni í single-sculler í Eysturríki seinnapartin.
Tað var týski Oliver Zeidler, sum fór av stað við sigrinum við tíðini 6.44.550. Sverri var beint aftaná við tíðini 6.44.580, og sostatt fer hann heim við einum silvur-heiðursmerki.
Hetta var fyrsta HM-finalan hjá miðvinginum. Komandi ár skal Sverri rógva til OL í Tokoyo.
Úrslitini síggjast niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald