2024-01-21 19:33
Sverri Nielsen setti í gjár nýtt danskt met í 2000 metrum í inniróðri. Tíðin var 5 minuttir og 42 sekund.
Tað var tá kappingin um Danmakrsmeistaraheitið 2024 var í Gladsaxe Sportscenter.
Føroysku rógvararnir kláraðu seg væl. Umframt Sverra Nielsen vóru níggju ungir rógvarar úr Føroyum og fimm vaksir rógvarar.
Allir rógvararnir vunnu minst eitt heiðursmerki. Tilsamans 23 heiðursmerki. 10 gull, 7 silvur og 6 bronsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald