Annað

Sverri Sandberg Nielsen gjørdist aftur Ársins ÍtróttaNAVN

Seks heiðrar vórðu latnir í sambandi við ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið.

(Mynd: ÍSF)

(Mynd: ÍSF)

2021-02-14 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið skipaði ÍSF fyri ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tiltakið, sum verður fyriskipað á hvørjum ári hevur til endamáls at heiðra teimum, sum virka í ítróttaheiminum.

Seks ítróttafólk vórðu heiðrað í gjárkvøldið – Ársins ÍtróttaNAVN, ÍtróttaSTJØRNUSKOT, ÍtróttaFELAGSSKAPUR, ÍtróttaÁTAK, ÍtróttaFYRIMYND, og eisini varð Heiðursskjal Poul E. Petersens latið.

Seinast skipað varð fyri ÍtróttaFAGNAÐINUM var í Müllers pakkhúsi í desember 2019, og tá fór rógvarin Sverri Sandberg Nielsen við heiðrinum sum Ársins ÍtróttaNAVN. Hendan heiðurin endurvann hann leygarkvøldið.

Í fjør tryggjaði hann sær gull í single sculler í EM í Poznan í Póllandi, og árið fyri vann hann silvur í heimsmeistarakapping í Eysturríki. Hann hevur eisini tryggjað sær pláss til OL í Tokyo, sum verður í summar.

Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT gjørdist 17 ára gamli miðverjin hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi.

Hann hevur veruliga gjørt seg galdandi á besta liðnum hjá HB, har hann hevur tryggjað teimum Føroyameistaraheitið 2020, tá fleiri av berandi kreftunum á liðnum stríddust við skaðar.

Eisini hevur hann tikið seg beinleiðis av U17 landsliðnum upp á U21 landsliðið.

Ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR gjørdist Hondbóltssamband Føroya.

Hondbóltssambandið, ið hevur fleirfaldað virksemi seinastu árini, hevur av álvara sett ferð á altjóða hondbóltsvirksemið í HM og EM við luttøku í nógvum ymisku aldursbólkum.

Miðvís leikaramenning hevur verið á breddanum í fleiri ár, og góðu úrslitini eru vorðin sjónlig bæði í altjóða høpi og í tí sannroynd, at nógvir leikarar hava fingið sáttmálar við útlendsk feløg.

Ársins ÍtróttaÁTAK gjørdist Faroe Islands Handball Cup.

Talan var um eitt átak, sum VB skipaði fyri í tríggjar dagar í august 2020. Tað var Marghøllin í Vági, sum var karmur um tiltakið, har uml. 400 børn og ung luttóku.

Hetta kom eisini sera væl við hjá føroyskum hondbólti, tí korona hevði við sær, at allar hondbóltsstevnur uttanlands vóru avlýstar.

Ársins ÍtróttaFYRIMYND gjørdist Guðrið K. Augusstinussen, sum spælir hondbólt fyri VB.

Hon hevur spælt í bestu deildini í 22 ár, og  eisini er hon venjari, dómari, og luttekur hon nógv í sjálvbodna arbeiðinum. Eitt nú skipar hon fyri hondbóltsskúlanum, sum er eitt árligt afturvendandi tiltak, og hon stóð eisini fyri kappingini Faroe Islands Handball Cup, sum eisini gjørdist Ársins ÍtróttaÁTAK.

Heiðursskjal Poul E. Petersen: Johanna Troest fyri sítt arbeiði fyri Støkk.

Jóhanna stovnaði saman við øðrum, Fimleikafelagið Støkk, fyri 54 árum síðani og hevur hon verið virkin í felagnum øll árini. Saman við manninum, Kai Aage Troest, stóð hon á odda fyri fleiri barna- og ungdómsliðum, sum veruliga gjørdu seg galdandi í føroyskum kappingarfimleiki.

Øll árini hevur Jóhanna verið ein stór fyrimynd og ein eldsál, sum altíð hevur givið nýggjum venjarum góð ráð og vegleiðing. Hóast Jóhanna Troest er blivin 80 ár, og kroppurin ikki altíð orkar tað sama sum høvdið, hevur hon enn orku og áræði at skipa fyri venjingunum, stóð í grundgevingini.

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Jóhanna Troest gullnál ÍSF.

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIРog FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part.

NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 kr í part.

Myndir frá tiltakinum síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder