Kappróður

Sverri Sandberg Nielsen rør í morgin

OL-rógvarin rør innleiðandi umfar fyrrapartin í morgin um at koma í fjórðingsfinaluna.

Tað gjørdist eitt fjórða pláss tá Sverri Sandberg Nielsen luttók til OL í Tokyo í 2021 - nú fer miðvingurin er heiðursmerki (Mynd: Rógvi Langgaard)

Tað gjørdist eitt fjórða pláss tá Sverri Sandberg Nielsen luttók til OL í Tokyo í 2021 - nú fer miðvingurin er heiðursmerki (Mynd: Rógvi Langgaard)

2024-07-26 14:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annar av føroyingunum í OL í ár, skal í eldin í morginárini.

Sverri Sandberg Nielsen rør við einkultskullara, og skal royna seg í innleiðandi umfarinum í morgin fyrrapartin klokkan 9.

Fimm rógvarar eru við, og miðvingurin skal enda í topp-trý fyri at koma í fjórðingsfinaluna.

Hinir rógvararnir eru úr Ungarn, Hong Kong, Paraguay og Bulgaria.

Sverri Sandberg Nielsen sigur við TV2 í dag, at hann er er nakað darvaður við ein skaða í rygginum. Royndi føroyski rógvarin var fyri trimum árum síðani heilt nær við at fáa heiðursmerki í Tokyo.

Hin føroyingurin, sum luttekur í OL, sum í ár er í franska høvuðsstaðnum, er Sára Maria Johansen. Hetta er í einum áttara, og rógva Sára Maria og hinar innleiðandi ólavsøkudag.

Kringvarpið samsendir OL-leikirnar í samstarvi við DR, men tað er TV2, sum hevur rættindini til rógving.

Róðrarnir síggjast á TV2 og stroymingartænastuni TV2 Play.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder