Royndi føroyski rógvarin skal fyrrapartin royna at taka næsta fetið - ella takið - móti enn einari OL-finalu.
Eftir sannførandi sigurin í innleiðandi riðlinum leygardagin eru fjórðingsfinalurnar á skránni fyrrapartin. Sambært skránni skal Sverri Sandberg Nielsen rógva á Vaires-sur-Marne varninum klokkan 09.10 føroyska tíð.
Sverri er í dag í riðli saman við rógvarum úr Monako, Uruguay, Ný Zælandi, Brasil og Hong Kong.
Tað snýr seg um at enda í topp-trý millum hesar seks. Um tað eydnast Sverra Sandberg Nielsen at gera tað, so er 30-ára gamli føroyingurin aftur í einari OL-hálvfinaluni.
Tað hevði verið óvæntað, um hann ikki gjørdi tað. Sverri stendur sum favorittur at vinna. Hann hevði fjórðbest tíð av teimum 33, ið róðu innleiðandi.
Róðurin sæst á TV2 Play og á max.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald