Kappróður

Sverri róði seg trygt í OL-fjórðingsfinaluna

Miðvingurin róði 2.000 metra teinin nakað eystanfyri París við tíðini 6.53.50. Hann vann riðilin trygt og skal rógva aftur týsdagin.

Sverri Sandberg Nielsen fekk roynt, hvussu ryggurin var, og hvussu tað var at kappast á vatninum í Vaires-Sur-Marne

Sverri Sandberg Nielsen fekk roynt, hvussu ryggurin var, og hvussu tað var at kappast á vatninum í Vaires-Sur-Marne

2024-07-27 09:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sverri Sandberg Nielsen hevur verið á vatninum undir einum OL. Tað var hann eisini í Tokyo í 2021, har føroyingurin kom heilt í finaluna.

Tað vil hann sjálvandi aftur hesaferð, og nú 30-ára gamli miðvingurin róði innleiðandi róður fyri løtu siðani.

Áðrenn var so at siga eingin ivi um, at Sverri fór at enda í topp-trý í riðlinum, har fýra aðrir rógvar vóru við. Tó vóru størri iviamál um, hvussu tað fór at síggja út - serliga tí Sverri Sandberg Nielsen hevur verið darvaður av rygginum seinastu stóru vikuna, og hevur hann ikki vant nógv.

Tað sást tó ikki nógv aftur til tað á stilla vatninum í Vaires-Sur-Marne, har nakað av mótvindi var. Eftir nøkur tøk legði Sverri seg á odda, og hann vann eisini sannførandi.

At enda vóru beint yvir trý sekund niður til bulgarska Vasliev og yvir fimm sekund niður til Molnar úr Ungarn. Hesir koma við Sverri Nielsen í fjórðingsfinalurnar - rógvararnir úr Hong Kong og Paraguay skulu í "uppsamling", har nøkur pláss afturat eru uppá spæl.

Sverri Sanberg Nielsen fór av álvara frá hinum beint áðrenn 2.000 metra-teinurin var hálvrógvin og róði síðani "trygt". Tíðin á 2.000 metra teininum var 6.53.50, sum verður mett sum ein góð tíð. Hetta var tann fjórðbesta tíðin av teimum 33 í innleiðandi róðrunum

Hóast tað var greitt, at Sverri fór at vinna riðilin, setti miðvingurin meira ferð á bátin við føroysku flagglitunum heilt til endans. Hetta var, sambært viðmerkjaranum Sarah Lauritzen fyri at taka nøkur ódnartøk fyri veruliga at royna ryggin.

OL - Singlesculler hjá monnum
Innleiðandi, leygardagin 27.07. Riðil 6
1. Sverri Nielsen (Danmark), 6.53.50 - fjórðbest samanlagt
2. Bulgaria, 06.56.63
3. Ungarn 06.58.76
------------------
4. Hong Kong 07.00.29
5. Paraguay 07.14.14

Fyrsta royndin hjá Sverra í París-økinum er væl avgreidd. Hann skal rógva OL-fjórðingsfinalu týsdagin 30. juli - beint eftir ólavsøku.

Hin føroyingurin í OL skal rógva á ólavsøku. Sára Maria Johansen er við í danska kvinnáttaranum, sum sunnudagin 29. juli hevur innleiðandi róður.

Sí eisini: Sára hitti kongshjúnuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder