Sjóneykan er av nú álvara sett á olympisku leikirnar í Paris, sum verða settir í løtuni.
Danskir miðlar gera sum vera man nógv burturúr sínum íðkarum, og tveir føroyskir rógvarar fara í ár at kappast undir Dannebrog.
Sverri Sandberg Nielsen er royndur rógvari, sum eisini var við í Tokyo í 2021. Tá var miðvingurin heilt nær heiðursmerkjum. Nú jagstrar Sverri aftur, og tíðliga fyrrapartin í morgin skal hann byrja við at royna at rógva seg í fjórðingsfinalurnar.
Les eisini: Sverri Sandberg Nielsen rør í morgin
Hin er 23-ára gamla Sára Maria Johansen. Sum yngri gjørdi hon mest vart við seg í flogbólti, har Sára Maria var landsliðsspælari, men seinastu árini hevur unga kvinnan úr Froðba veruliga satsað uppá rógvingina.
Ein ovur fegin Sára Maria á Firvaldi við armunum yvir høvd fyri nøkrum árum síðani (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Sára Maria uttast til vinstru (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Tað byrjaði við Firvaldi hjá FSR. FM-heiti eru seinni vorðin til millum annað HM- og EM heiðursmerki í inniróðri. Í fjør gjørdist Sára Maria heimsmeistari.
Sára Maria Johansen hevur búð í Danmark í næstan tvey ár. Síðsta vetur gjørdist føroyingurin partur av "áttara-projektið" hjá Dansk Roning, har málið var OL í 2028. Tað gekk tó so mikið væl fyrr í ár, at tær átta róðu seg til OL.
Til ber at hoyra Sáru Mariu greiða nærri frá sínari "bráyrkisleið" á Tyvstart hjá DR
Sára Maria Johansen verður harvið triði føroyingurin, sum skal rógva til OL. Tann fyrsta var Katrin Olsen úr Havn, sum í 2008 róði duppultscullara - saman við einari aðrari. Sverri Sandberg Nielsen var, sum nevnt, eisini við seinasti
Tað eru ikki bert miðlar, ið vísa Sáru Maria og hinum. Sjálv kongshjúnini vóru og vitjaði ó OL-býnum fyrr í dag, ha teir heilsaðu uppá íðkararnar og fylgdi við fyrireikingunum. Millum tey var Sara Maria Johansen, ið eisini heilsa persónliga uppá Mary drotning. Hon og liðfelagarnir rógva innleiðandi sunnudagin 29.07, ólavsøkudag.
Kongshjúnuni í olympiska býnum, har eini 14.000 íðkarar húsast í hesum døgum. Fríðrikur kongur og Mary drotning eru til setanina í kvøld (Mynd: Det danske Kongehus)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald