Annað

Sviar fullu ímóti Southgate og Onglandi

Tað nærkast meira og meira. Tveir sigrar afturat og so er fótbólturin komin heim.

Harry Kane og Onglandi hildu svium burtur í Samara í dag

Harry Kane og Onglandi hildu svium burtur í Samara í dag

2018-07-07 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland vann uppiborið og rættiliga trygt 2-0 í fjórðingsfinaluni í Samara. Sviar góvu tað teir høvdu, men tað var ikki nóg mikið fyri liðið hjá Janne Anderson.  Harvið er Ongland í hálvfinaluni fyri fyrstu ferð síðani 1990, og “Its coming home” kann aftur runga.

Dysturin var heldur linligur í 1.hálvleiki. Dystarmyndin var sum væntað: Ongland var nógv á bóltinum, meðan Svøríki lá kompakt og satsaði uppá umstillingar. Tað vóru fáir málmøguleikar, men eftir hálvan tíma kom Ongland á odda. Sum so ofta fyrr í endaspælinum so kom tað eftir ein deyðbólt. Ashley Young legði eitt horna inn úr vinstru, og verjuleikarin Harry Maguire steig upp og stútaði bóltin við nógvari kraft í málið.

Ongland hevði eina leiðslu at taka út til 2.hálvleik, og liðið hjá Gareth Southgate kom væl út úr skiftingarúriminum. Stutt áðrenn tíman lukkaði Ongland so at siga dystin. Ein góður bóltur frá Jesse Lingard til aftastu stong, har Dele Alli var komin uppá pláss og stútaði bóltin í málið.

Onglendingar høvdu tamarhald allan vegin, hóast Svøríki hevði nakrar góðar møguleikar, og Jordan Pickford noyddist at verja væl fyri.

Tað er nú stórur spenningur, um Ongland megnar at koma í finaluna fyri fyrstu ferð síðani á heimavølli í 1966. Svøríki fellur við æru. Sviar hava megna at spælt seg ímillum átta tey bestu, og tað vóru ikki nógv, ið væntaðu tað.


Svøríki - Ongland 0-2(0-1)

placeholder
placeholder