Annað

Sviar ov sterkir til endans

U17 Nevza-kappingin, dreingir: Føroyar – Svøríki 1-3 (25-23, 23-25, 19-25, 17-25).

2019-10-15 07:20 Author image
Innsent
placeholder

Eftir ósigurin í gjáramorgun skuldu føroysku U17-flogbóltsdreingirnir seinnapartin í gjár royna at reisa seg. Mótstøðuliðið var Svøríki.

Fyrstu bæði settini vóru sera jøvn og spennandi. Føroysku dreingirnir høvdu funnið stevið eftir nakað av einum vónbroti í fyrsta dystinum móti Íslandi. Og hóast nógv stóð á, eydnaðist tað okkara dreingjum at vinna fyrsta settið við minst møguligum muni.

Gongdin var tann sama í øðrum setti, men tað sást, at svenska liðið var gott. Serliga vóru servurnar skarpari, og okkara dreingir høvdu trupult við at koma upp á javnt. Settið koppaði til sviar við minst møguligum muni, og so vóru liðini komin líka langt. Eftir hetta mugu vit bara siga, at sviar høvdu eitt hægri gear enn vit, í servu, álopi og kanska ikki minst blokki.

Hóast framgongd, standa dreingirnir við ongum stigi eftir fyrsta dagin í kappingini. Næsti dystur á skránni hjá okkara dreingjum er ímóti Danmark nú klokkan 9 í morgun. Tann dysturin kann síggjast her:

Besti leikari hjá Føroyum í dystinum móti Svøríki gjørdist Hjørtur Joensen 

[object Object]
Hjørtur Joensen

Les eisini: Dreingir taptu fyrsta dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder