Hondbóltur

Tað krevur meira enn hondbóltshegni at koma á landsliðið

- Tað er neyðugt eisini at hyggja at fysiska støðinum og innsatsinum fyri at betra seg, sigur a-landsliðsvenjarin í manshondbólti.

Sonni Larsen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Larsen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-11 15:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki longur nóg mikið at duga væl at spæla hondbólt fyri at koma upp á tal til føroyska A-landsliðið. Tað krevur eina ávísa stødd eisini og miðvísa kropsliga venjing.

- Vit eru komin á eitt støði, har fysikkurin hevur nógv at siga. Tú mást vera sterkur og gjarna eisini stórur fyri at gera teg galdandi á hesum støðinum. Tí fari eg eisini inn og hyggi at hvussu nógv hin einstaki ger fyri at betra seg, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari, sum í dag kunngjørdi hóparnar til komandi landsdystirnar.

Føroyar skulu í næstum spæla EM-undankappingardystir móti Montenegro og Danmark. Montenegro er millum tær 16 bestu hondbóltstjóðirnar í Evropa, og Danmark er millum tríggjar tær bestu í heiminum og verandi olympiskur meistari.

Hetta er toppmótstøða, og tí ræður um at vera væl fyrireikaður.

- Føroyski landsliðshópurin hevur júst verið ein túr í Finnlandi, har vit spældu tveir venjingardystir móti finska landsliðnum í vikuskiftinum. Finnland vann báðar dystirnar, tann fyrra við fýra málum og hin seinna við tveimum.

- Tað er gott at fáa venjingardystir, men hesir dystirnir eru eisini neyðugir fyri at kunna fyrireika seg til ta uppgávuna, sum nú stendur fyri framman hjá okkum. Minst til, at tey landsliðini, sum klára seg best, eisini eru tey, sum hava spælt flest dystir saman, sigur Sonni Larsen.

Dystirnir móti Finnlandi eru einastu venjingardystirnir hjá føroyska landsliðnum síðan teir spældu tríggjar HM-undankappingardystir í Italia í janur mánaði í ár. Men Sonni Larsen letur ikki illa at.

- Tað er super at vit fingu hesar báðar dystirnar í Finnlandi. Umsitingin í hondbóltssambandinum ger eitt gott arbeiði við teirri orku, sum er til taks. Føroyskur hondbóltur á røttu kós, og tað síggja vit eisini aftur í úrslitunum hjá teimum yngru landsliðunum.

- Vit kunnu sum venjarar ikki fara at kevja eina umsiting á jøvnum støði við okkara mótstøðulið í hesum samanhangi við eini rúgvu av venjingardystum. Tað hava vit ikki orku til. Hondbóltssambandið má tillaga seg, og eg haldi, at tað gongur væl, sigur Sonni Larsen.

Undan dystinum í Podgorcia í Montenegro mikudagin 24. oktober, støðgar føroyska landsliðið í Danmark og spælir ein venjingardyst móti Nordsjælland Håndbold, sum spælir í bestu donsku kappingini.

Les eisini: Hópurin er tillagaður mótstøðuliðnum 

[object Object]Frá tíðindafundinum í dag tá landsliðshópurin varð kunngjørdur (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder